Annað

Ungu føroyameistararnir í badminton í einmansleiki

Klaksvíkar Badmintonfelag fekk fimm føroyameistarar og Havnar Badmintonfelag fimm.

2022-04-04 10:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

FM í einmansleiki í badminton varð fyriskipað í Klaksvík seinasta vikuskiftið, har leikarar kappaðust í aldursbólkunum U9, U11, U13, U15 og U17.  

Tær flestu finalurnar blivu spældar á flotta badmintongólvinum, sum bleiv lagdt á til dagin. Vertsfelagið Klaksvíkar Badmintonfelag, KBF, fekk fimm føroyameistarar, meðan Havnar Badmintonfelag, HBF, fekk fimm føroyameistarar fyri børn/ung.

Tað luttóku 86 leikarar íalt, harav 28 KBF’arar, 53 HBF’arar og 5 ÍF’arar. Kynsbýtið var 28 gentur og 58 dreingir. Heili 150 dystir blivu lektir á 10 banum í badmintonhøllini og KÍ-høllini.

Badmintonsambandið fegnast um nógvar góðar og spennandi dystir millum okkara leikarar, og ynskja vit vinnarunum til lukku við FM heitinum í einmansleiki.

Kontrast FM fyri vaksnu leikararnar verður í ár fyriskipað 12. til 14. mai við stóra finaludegnum í Hoyvíkshøllini leygardagin 14. mai 2022.

Endaliga úrslitið í FM fyri ung í einmansleiki fyri allar aldursbólkar sæst niðanfyri.

[object Object]
U9, dreingir
1. Aron Arge, KBF
2. Ábraham Finsson Ellingsgaard, HBF
3. Oddmar S. Højgaard, ÍF, og Hørður Erlandsson, HBF

[object Object]
U9, gentur
1.Gunnhild Arge, KBF
2. Olivia Jónsdóttir Helmsdal, KBF
3. Tabita Schwartson Christiansen, HBF 

[object Object]
U11, dreingir
1. Baldur Paulason, HBF
2. Hákun Thorkilshøj, HBF
3. Boas Rasmussen, HBF, og Betuel Dahl Hansen, KBF

[object Object]
U11, gentur
1. Paula Jákupsdóttir Høj, KBF
2. Heidi Jacobsen, KBF
3. Nina Bjørk Egholm, HBF, og Mirjam Holm, HBF 

[object Object]
U13, dreingir
1. Beinir Weihe, HBF
2. Símun Thorkikdshøj Sigvardsen, HBF
3. Jónas Festirstein, KBF

[object Object]
U13, gentur
1. Inga Guðrin Samuelsen, HBF
2. Naomi Rajani Færø, HBF
3. Tóra Erlandsdóttir, HBF, og Sarita Kvilt, HBF

[object Object]
U15, dreingir
1. Sjúrður Elias Heinason Eysturoy, HBF
2. Markus Bjarnason, HBF
3. Jafet Rasmussen, HBF og Tóki Yngvason Guttesen, HBF

[object Object]
U15, gentur
1. Ranja Joensen, KBF
2. Eira Ásbjørnsdóttir Petersen, HBF
3. Birna Jacobsen, HBF, og Julianna í Heiðunum, HBF

[object Object]
U17, dreingir
1. Asbjørn Heide Olsen, HBF
2. Bjarti Samson Vang, HBF
3. Dávid Flagstad Berg, HBF og Christian Berg Petersen, HBF

[object Object]
U17, gentur
1. Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF
2. Birita Weihe Thomassen, HBF 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder