Annað

Úrslit frá fyrstu etapuni: Dávur Magnussen sigraði

Kring Føroyar byrjaði í dag. 22 súkklarnir fingu teir fyrstu kliometrarnar í beinini.

Dávur Magnussen kundi fegnast í Klaksvík eftir fyrstu etapuna í dag
(Mynd: Tórshavnar Súkklifelag)

Dávur Magnussen kundi fegnast í Klaksvík eftir fyrstu etapuna í dag (Mynd: Tórshavnar Súkklifelag)

2018-07-18 22:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder
Startskotið í størstu súkklikappingi í Føroyum var á middegi í dag. Tá løgdu teir níggju súkklararnir í opna bólkinum í Kring Føroyar fyri í Gásadali. 13 løgdust afturat í Kollfjarðadali.

Tað endaði við einum greiðum sigri hjá Gullborg Guttesen í bólkinum hjá kvinnum. Hetta var greitt, tá súkklararnir komu á mál í Klaksvík. Í opna bólkinum var meira tætt, men har var tað favoritturin, Dávur Magnussen, ið var omaná í kappingini við Helga Winther Olsen. 

Her eru úrslitini frá teininum Gásadali(Kollfjarðadali)-Klaksvík

Kvinnur: 


Gullborg Guttesen 01:49:18
Birita Poulsen 02:06:39
Maria Svabo Hansen 02:08:23
Helena Dahl-Olsen 02:23:45

Opin bólkur:
 
Dávur Magnussen 02:44:57
Helgi Winther Olsen 02:45:27
Kristian Danielsen 02:49:27
Gunnar Dahl-Olsen 02:58:15
Jan Hjaltalin Olsen 02:58:16
Christian Guttesen 03:06:00
Kjartan Egholm 03:14:52
Jákup Petur Eliasen 03:14:53
Høgni R. Øster 03:17:17

Motión: 
 
Rúni Juul 01:49:18
Áslakkur Nesá 01:49:41
Tóri Thorleifsson 01:55:30
Tórarainn Didriksen 01:55:31
Eirikur Joensen 01:56:59
Henrik Kølleskov og Uni Rasmussen 02:00:25
Frits Jacobsen 02:02:05
Henry Berg 02:04:08

Í morgin verður súkklað á Sandoynni. Tá koma nakrir súkklarar úr Hetlandi við í kappingina.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder