Kappróður

Vár Guriardóttir Hansen til EM í Beach Sprint næstu dagarnar

Føroyski rógvarin umboðar Danmark í coastal-rógving - kappast verður í Spania mikudagin og hósdagin.

Hon hevur vant nógv heima í Føroyum, bæði á sjónum í Hósvík og á rógvimaskinu, og í summar hevur hon fingið týðandi kappingarroyndir frá Beach Sprint-kappingum í bæði Svøríki og Italia, staðfestir Róðrarsamband Føroya (Mynd: rsf.fo)

Hon hevur vant nógv heima í Føroyum, bæði á sjónum í Hósvík og á rógvimaskinu, og í summar hevur hon fingið týðandi kappingarroyndir frá Beach Sprint-kappingum í bæði Svøríki og Italia, staðfestir Róðrarsamband Føroya (Mynd: rsf.fo)

2026-09-15 19:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vár Guriardóttir Hansen hevur seinasta árið ella so arbeitt nógv við coastal-róður - nakað sum veruliga skal koma í lag í Føroyum, og nakað sum Vár sjálv skal kappast í á altjóða stigi.

Hon hevur vant nógv heima í Føroyum, bæði á sjónum í Hósvík og á rógvimaskinu, og í summar hevur hon fingið týðandi kappingarroyndir frá Beach Sprint-kappingum í bæði Svøríki og Italia, staðfestir Róðrarsamband Føroya.

Nú er dugnaligi føroyski rógvarin komin so mikið langt, at hon skal kappast til EM í sonevndum Beach Sprint - hetta fyri Danmark. 

[object Object]
Seinastu árini hevur Vár G. Hansen sett eina rúgvu av metum og vunnið millum annað HM í inniróðri. Nú gongur tað fyri seg við eina strond

Vár G. Hansen er úttikin í seniorbólkinum hjá kvinnum og skal kappast í singlesculler, skrivar rsf.fo. Kappingin verður í La Línea de la Concepción í Spania 

Mánadagin fór hon av landinum og hevur síðani fyrireikað seg til fyrsta kappingardagin, sum verður mikudagin.

Vár Hansen skal kappast í Beach Sprint í morgin, 16. september, og hósdagin 17. september.

- Róðurin hjá Vár byrjar mikumorgunin kl. 09.26 við einum time trial, har málið er at gjøgnumføra teinin so skjótt sum gjørligt. Tær 16 við bestu tíðunum koma víðari til knockout-rundurnar. Har kappast rógvararnir, tvær móti hvørjum øðrum, og vinnarin heldur fram í kappingini, til semifinalistar og at enda finalistarnir eru funnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder