Fótbóltur

Váttað: Janus er nú AB-leikari

21-ára gamli vágamaðurin skiftir úr Skála. Hann hevur skrivað sáttmála fyri 2020 á Argjum.

Janus Svabo Samuelsen, her sum 07 Vestur-leikari (Mynd: Sverri Egholm)

Janus Svabo Samuelsen, her sum 07 Vestur-leikari (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-16 22:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vit skrivaðu í okkara støðulýsing av Skála í morgun, bendi einki á, at Janus Svabo Samuelsen fór at halda fram í felagnum, men at hann, sambært bolt.fo, var í á veg til AB.

Argja Bóltfelag skrivar í kvøld, at 21 ára gamli miðvingurin Janus Svabo Samuelsen nú hevur skrivað undir sáttmála við felagið, og verður hann harvið ein partur av hópinum hjá Betraliðnum á Argjum komandi kappingarár.

[object Object]Forkvinnan hjá AB, Doris V. Rasmussen, og Janus Svabo Samuelsen (Mynd: Argja Bóltfelag)

Um Janus skrivar AB, at hann er uppvaksin í MB og 07 Vestur. Hann royndi seg í Brøndby í 2015 og í fyrru hálvu í 2016. Tá hann kom aftur til Føroyar spældi hann við 07 Vestur, og í fjør var hann so á Skála. Janus spældi 23 dystir í Betrideildini í appelsinlitta búnanum og hevur sambært FaroeSoccer samanlagt spælt 70 dystir í Betrideildini. Janus Svabo Samuelsen hevur spælt á øllum ungdómslandsliðunum og hevur í ár verið á vøllinum í trimum U21-landsdystum. 

AB hevur mist fleiri av leikarunum, sum spældu fast í fjør. Í vetur eru Dávid Laanggard og Adeshina Lawal lagdir afturat, tá tað kemur til útileikarar. Málverjarnir Bjarti Vitalis Mørk og Silas Eyðsteinsson spæla eisini á Argjum komandi ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder