2018-06-29 10:56
Leysatíðindi hava verið um at Wayne Rooney skiftir til DC United í MLS. Hetta er nú váttað av Everton.
Everton skrivar á heimasíðu síni, at Wayne Rooney fer til USA, har hann skal spæla við DC United í bestu deildini. Rooney fer at skriva undir trý og eitt hálvt ára sáttmála.
- Everton og Wayne Rooney eru samd um, at leikarin skiftir til MLS-liðið DC United. Rooney fer at fáa tað síðsta uppá pláss í sáttmálanum við DC United, tá flytingargluggin í MLS letur upp 10. juli.
Everton skrivar á heimasíðu síni, at tey takka Rooney fyri tíðina í Everton, og ynskja honum alt tað besta í DC United.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald