placeholder
Fótbóltur

Venjingardystir móti sterkum londum

Belgia, Ongland og Holland vera mótstøðulondini, tá U19-landsliðið við dreingjum seinni í hesum mánaðinum fer á venjingarlegu í Spania.

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2022-09-10 10:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Venjarin hjá U19-landsliðnum við dreingjum, Sigfríður Skaale Clementsen hevur sent boð eftir 20 spælarum til venjingarlegu í Pinatar í Spania, sum verður í døgunum 19. til 27. september.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at føroyska liðið, umframt venjingar, eisini skal spæla tríggjar venjingardystir. Talan verður um rættuliga sterka mótstøðu, hóast mótstøðuleikararnir eru ein árgang yngri.

21. september verður spælt móti Belgia, 23. september móti Onglandi, og 26. september er mótstøðuliðið Holland.

Allir dystirnar verða á Pinatar Arena í Pinatar, sum liggur í landsynningshorninum av Spania.

Venjingarlegan er fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Kroatia 14. til 23. november. Umframt Føroyar og vertslandið, eru Ísrael og Finnland eisini við í bólkinum.

Hópurin
Dánjal Danielsen, AB
Carl Mikkelsen, B36
Marius Árting Allansson, B36
Fayo Kruse, EB/Streymur
Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Eivind Restorff Mouritsen, HB
Rani Wenningsted Sørensen, HB
Áki Samuelsen, HB
Marius Kruse, HB Køge (Danmark)
Jóhann Jøkladal Højbro, ÍF
Jákup Norðoy Wilhelmsen, KÍ
Sølvi Johannesen, KÍ
Dávid Andreasen, KÍ
Tóki Hanusarson á Lógv, KÍ
Silas Ólavsson Gaard, KÍ
Johan Josephsen, KÍ
Elias Isaksen, Víkingur
Áki Magnussen, Víkingur
Bartal Einarsson Petersen, TB
Andreas Midjord, TB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder