Annað

Vertirnir fara nú eftir hálvfinaluplássinum

Kroatia er tó favorittur í Sochi í kvøld.

Bóltsnillingurin Luka Modric og hinir kroatarnir skulu takast við vertirnar í Sochi í kvøld
(Mynd: EPA)

Bóltsnillingurin Luka Modric og hinir kroatarnir skulu takast við vertirnar í Sochi í kvøld (Mynd: EPA)

2018-07-07 15:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað mesta av uppmerkseminum í Føroyum og í hesum partinum av Evropa, er á  fyrru kvartfinaluna í dag, har Svøríki og Ongland hittast. Men í kvøld eru øll russisk eygu vend ímóti Sochi, har vertstjóðin brestur saman við Kroatia. Risastóra eysturevropeiska tjóðin ímóti tí sterkasta liðnum á Balkan í løtuni.

Tað vóru nógv spurnartekin sett við Russland undan endaspælinum. Men eftir tveir sannførandi sigrar í bólkaspælinum varð plássið í 1/8-finaluni tryggja. Har bíðaði evnaríka spanska liðið. Men tað eydnaðist hjá vertstjóðini at koma allan vegin til brotssparkskapping og vinna har. Harvið livir vónin hjá heimaliðnum um HM-heiður og æru framvegis.

Kroatia hevur til tíðir víst sera gott spæl í Russlandi, men ímóti Danmark var kroatiska liðið í trupulleikum leingi. Tó komu Modric og co. víðari eftir brotsspørk. Nú nógv stór lið eru fallin, er møguleikin har hjá Kroatia, ið varð mett at vera ein "dark horse" undan kappingini. Dygdirnar eru í øllum førum har hjá liðnum av Balkan, ið hevur favorittleiklutin í kvøld.

Tað verður tó torført ímóti kompakta russiska liðinum, ið sjálvandi hevur stóran uppbakning við sær. Lagt er upp til ein spennandi dyst í kvøld, nú plássið í  hálvfinaluni er uppá spæl.

Dysturin verður bríkslaður í gongd kl.19.00. KVF og DR 1 vísa dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder