Fótbóltur

Video: - Øðiliga góð kensla at vera aftur

Eftir eitt hart ár fyri meg sjálvan er tað fantastiskt at vera aftur. Vit arbeiða knallhart í dag, men tað rakk tíverri ikki hesaferð, sigur Jóannes Bjartalíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-09 23:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

25-ára gamli klaksvíkingurin kom inn miðskeiðis í seinna hálvleiki til sín A-landsdyst nummar 16.

Hann fekk sítt gjøgnumbrot á heysti 2019, var fastur fyrstu tíðina undir nýggja venjaratoyminum, men hevur ikki verið við seinastu tvær ferðirnar.

Jóannes Bjartalíð kom hósdagin inn í hópin, eftir at tað gjørdist greitt, at Meinhard Olsen var so mikið skaddur, at hann ikki kundi vera við til hesar dystirnar.

Eftir at hann hevur verið burtur frá KÍ-hópinum og landsliðshópinum fyrr í ár av persónligum ávum, hevur Jóannes arbeitt hart fyri at vera aftur á tíð støðinum, sum hann er nú.

Hann sigur, at føroyska landsliðið noyðist at spæla við nógvari orku og taka arbeiðshandskarnar uppá, um tað skal hava nakran møguleika - nú skulu tey góðu tingini frá hesum dystinum takast við, og týskvøldið móti Skotlandi skulu møguleikar umsetast til mál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder