Fótbóltur

Video: Koma til fleiri 100 prosent kjansir sum vit skulu skora uppá

Vinstri bakkurin er nøgdur við avrikið, og tað at Føroyar fingu hótt Skotland so væl, men irðar seg eftir 1-0 ósigurin. Hann noyddist út eftir 58 minuttir orsakað av trupulleikunum við lærkrikanum: - Vildi ikki seta liðið í eina keðiliga støðu, tí eg ikki kundi geva meg 100 prosent.

2021-10-12 23:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Viljormur Davidsen noyddist út, tá 58 minuttir vóru leiktir í kvøld. 30-ára gamli vinstri bakkurin fekk trupulleikari við lærkrikanum eftir ein nærdyst í fyrra hálvleiki.

Hann royndi so at halda seg í gongd á súkklu í skiftingarrúminum í steðginum, men tíðliga í øðrum hálvleiki varð avgerð tikin um, at ein útskifting var neyðug.

- Eg vildi ikki seta liðið uppá spæl, tí eg ikki fekk givið meg 100 prosent í øllum støðunum.

Hoyr eisini Vejle-leikarin seta orð á, hvat eydnaðist væl hjá føroyska liðnum, avrikið hjá Ára Mohr Jónsson og uppgávuna sum er á skránni næst: Í Parkini um júst ein mánaða.

placeholder
placeholder