Fótbóltur

18 spælarar skulu á venjingarlegu og spæla dystir Danmark

U16-landsliðið við gentum er úttikið. Seks føroysk feløg eru umboðaði - sjey, ella í roynd og veru átta, spælarar eru úr B36.

2026-10-28 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í døgunum 9. til 13. novembur fer U16-landsliðið við gentum á venjingarlegu í Keypmannahavn í Danmark.

FSF skrivar á heimasíðu sínari, at umframt venjingar, vera tveir venjingardystir eisini á skránni.

Tann fyrri verður týsdagin 10. novembur ímóti HB Køge, og tveir dagar seinni, hósdagin 12. novembur er mótstøðuliðið B93.

Fannhard Skoradal er høvuðsvenjari hjá U16-gentunum, og hann hevur nú sett navn á tær 18, ið eru boðsendar til venjingarleguna í Keypmannahavn.

Spælarar úr seks ymiskum feløgum, umframt ein úr donskum felagi, eru við. B36 er greitt best umboðað. Hetta við sjey spælarum, sum spæla í B36 nú, umfamt Magnu Holm Johannesen, ssum í løtuni spælur í Fortuna Svendborg/Oure.

Hópurin
Anna Katrina í Haraldstovu, 07 Vestur
Andrea Heinadóttir, 07 Vestur
Sunneva Ravnsfjall, 07 Vestur
Rannvá Heinadóttir, B36
Helena í Skorini, B36
Hadassa Schwartson Christiansen, B36
Beinta Sólheim Guttesen, B36
Súsanna Johnsdóttir, B36
Sigrun Eyð Halldórsdóttir Fossádal, B36
Fríða Maria Ejdesgaard, B36
Magna Holm Johannesen, Fortuna Svendborg/Oure (Danmark)
Berit Unadóttir, FC Suðuroy
Heidi Jacobsen, KÍ
Linda Isabella Ziska, KÍ
Paula Høj, KÍ
Uhenya Lukama, KÍ
Lilja Dam Jacobsen, Skála
Eva Atladóttir, Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder