
Tað var lagt upp til ein tættan, spennandi og góðan hondbóltsdyst í Vestmanna í dag, har Kyndil var á vitjan. Tað var eisini javnt allan vegin, har VÍF at enda var omaná.
Í hálvleikinum var 13-13, men 11 minuttir inn í 2. hálvleik var 19-16 til Kyndi. Tað eydnaðist væl hjá teimum grønu at spæla við tveimum strikum, og tær vóru við at trekkja burtur frá vestmannakvinnum. Men VÍF vísti styrki, og oddaliðið kom skjótt aftur á javnt. Kyndil fall tó ikkki í fátt, men í seinasta minutti kostaðu mistøk hjá útiliðnum.
Kyndil var á odda 25-24 og hevði møgulieka at økja, beint áðrenn farið var inn í seinasta minuttin. Men VÍF fekk javnað, og Kyndil blakaði síðani bóltin burtur beinanvegin, og Agnas Olsen avgjørdi dystin. Sostatt fekk greipuvinnarin annan sunnudagin á rað avgjørt dystin í seinastu sekundunum.
Hjá VÍF gingu Agnas og Durita C. Jojic á odda við átta málum hvør. Marianna G. Eystberg var flúgvandi fyri Kyndil og skoraði 11 ferðir.
Hetta var seinasti dysturin, áðrenn steypakappingin byrjar. Tað verður mitt í komandi viku. SMS-deildin byrjar aftur fyrst í mars.
VÍF - Kyndil 26-25 (13-13)
SMS kvinnur stigatalva
1. VÍF (22 stig) *
2. Neistin (15 stig)
3. H71 (14 stig) *
4. Kyndil (13 stig)
5. Stjørnan (9 stig)
6. StÍF (1 stig)
* Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald