Hondbóltur

Vígvøllurin klárur til stóra brakið

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Danmark í Skjern byrjar klokkan 15.10.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-27 12:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spenningurin í Skjern er nú við at merkjast undan spennandi hondbóltslandsdystinum millum Føroyar og Danmark í Skjern Bank Arena í Skjern.

Serliga bláa hondbóltsgólvið er lagt út, og stólarøðirnar eru hálaðar út á gólvið, so at tað er møguligt at fáa 2.400 áskoðarar inn.

Um høllin verður heilt útseld, er ivasamt. Atgongumerkjasølan ætlað til danir, hevur ikki gingið so væl, sum Hondbóltssamband Føroya hevði væntað.

Men roknast skal nokk við eini 2.000 áskoðarum, flest føroyingar, tá dysturin verður bríkslaður ígongd klokkan 15.10, føroyska tíð.

Danskir miðlar vísa eisini dystinum áhuga. Sjónvarpsstøðin TV2 sendir beinleiðis, og framleiðir eisini myndirnar, ið kunnu síggjast beinleiðis á Kringvarpi Føroya. Í løtuni eru teir við at stilla upp studio í høllini til vertirnar hjá TV2 at brúka undan og eftir dyst og í hálvleikinum.

Føroyska landsliðið vandi í høllini í gjár, meðan danska liðið ikki hevur víst seg í Skjern enn. Teir halda til í Aarhus, har teir spældu dyst mikukvøldið, og donsku stjørnurnar vísa seg ikki í høllini í Skjern fyrr enn okkurt um hálvanannan tíma fyri dystarbyrjan.

Føroyski hópurin til dystin í dag er hesin:
2. Helgi Hildarson Hoydal
3. Sjúrður Olsen
4. Áki Egilsnes
6. Rúni Vest Højgaard
7. Allan Norðberg
8. Rókur Akralíð
9. Rói Berg Hansen
10. Kjartan Johansen
11. Brandur Halgirsson
12. Niklas Simonsen
15. Jónas Gunnarsson Djurhuus
16. Nicholas Satchwell
17. Tróndur Kragesteen
27. Hans Eli Sigurbjørnsson
45. Peter Krogh
54. Niclas Selvig

Danir koma við hesum hópinum:
1. Niklas Landin Jacobsen
3. Niclas Vest Kirkeløkke
4. Magnus Landin Jacobsen
6. Casper Ulrich Mortensen
10. Nikolaj Røber Berg Markussen
11. Rasmus Lauge Schmidt
14. Anders Zachariassen
17. Lasse Svan
18. Hans Lindberg
20. Kevin Møller
21. Henrik Mølgaard Jensen
22. Mads Mensah Larsen
23. Henrik Toft Hansen
24. Mikkel Hansen
25. Morten Olsen
31. Nikolaj Øris Nielsen 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder