Annað

Vunnu 3-1 á Liktinstein

Føroyar hava fult stigatal og liggja á triðja plássi í kappingini eftir Monako og Kýpros, sum hava fleiri borðstig.

Her sæst føroyska talvlandsliðið, sum vann smálandakappingina í Andorra í 2017. F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard. Føroyar stevna móti nýggjum sigri suðuri á Malta, men enn eru dystir eftir móti báðum oddaliðunum

Her sæst føroyska talvlandsliðið, sum vann smálandakappingina í Andorra í 2017. F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard. Føroyar stevna móti nýggjum sigri suðuri á Malta, men enn eru dystir eftir móti báðum oddaliðunum

2021-11-30 06:58 Author image
Innsent
placeholder

Føroyska talvlandsliðið vann í gjár báðar dystirnar, tá tvey umfør vórðu spæld í smálandakappingini, sum hesa vikuna fer fram á Malta.

Fyrrri dysturin endaði við tryggum sigri.

Les: Knústu Luksemburg 

Føroyska talvlandsliðið vann eisini dystin í triðja umfari. Dysturin móti Liktinstein endaði 3-1 til Føroyar.

Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu á fyrstu trimum borðunum. Jón í Horni Nielsen tapti á fjórða borði í sínum fyrsta landsdysti. John Rødgaard hevði frí.

Trý oddalið
Føroyar hava fingið góða byrjan við trimum sigrum á rað. Vit hava longu vunnið á dyggastu kappingarneytunum, Andorra og Luksemburg, sum eru styrkismett nummar tvey og trý.

Tvey onnur lið hava eisini vunnið fyrstu tríggjar dystirnar. Hesi eru Monako og Kýpros, men tey hava havt heldur lættari mótstøðu enn Føroyar í fyrstu umførunum. Øll liðini hava seks dystarstig fyri tríggjar sigrar, men Monako og Kýprós hava 10 borðstig og Føroyar 9½.

Vinna Føroyar á hinum oddaliðunum, er sigurin í kappingini so gott sum tryggjaður. Føroyar telva móti Monako í seinna dystinum í morgin, og dysturin móti Kýpros verður fríggjadagin.

Í fjórða umfari í dag telva Føroyar móti Jersey. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder