placeholder
Kappróður

World Cup í Luzern: Enn einaferð silvur til Sverra

Nú hevur Sverri Sandberg Nielsen vunnið trý silvurheiðursmerki á trimum World Cup-stevnum.

(Mynd: Balint Czucz/Landsholdet i roning)

(Mynd: Balint Czucz/Landsholdet i roning)

2023-07-09 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað bleiv til enn eitt silvurheiðursmerki til Sverra Sandberg Nielsen á World Cup-stevnuni í Luzern í Sveis.

Í A-finaluni í einskulara hjá monnum í dag var tað aftur týski Oliver Zeidler, sum fór av stað við gullinum, og Sverri Sandberg Nielsen var næstur á mál. Teir báðir hava nú vunnið ávikavíst trý gull- og trý silvurheiðursmerki á ársins World Cup-stevnum.

Oliver Zeidler vann í dag sannførandi við tíðini 6.42.60, nærum átta sekund frammanfyri Sverra Sandberg Nielsen, sum varð næstur á mál við tíðini 6.50.09.

Á triðja plássi í dag var Thomas Mackintosh úr Nýsælandi. Hann hevði tíðina 6.51.63.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder