Fótbóltur

Video: Føroyingar dømdu í Youth League - føroyingur skoraði

Heini Fossdalsá Sørensen kom inn og skoraði løtu seinnu, tá U-19 liðið hjá FC Midtjylland vann 5-0 á Trabzonspor í Ikast. Alex Troleis, Jón Marni Johannesen og Jógvan Breckmann dømdu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-11-23 20:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað at føroyskar dómaratrio'ir ella kvartettir døma uttanlands er ikki óvanligt - og gerst eisini meira og meira vanligt - men at ein føroyingur skorar í einum slíkum dysti er nakað nýtt.

Hetta hendi seinnapartin í dag, tá U19-liðið hjá FC Midtjylland tók ímóti Trabzonspor í seinna dystinum í seinna umfarið í UEFA Youth League. FCM vann 5-2 í Turkalandi í fyrra dystinum, og í dag skoraði liðið aftur fimm ferðir.

Tað síðsta málið, tá eitt korter var eftir, átti Heini Fossdalsá Sørensen fótin á. 17-ára gamli føroyingurin var komin á vøllin sjey minuttir frammanundan, og eftir at  heimaliðið spældi seg ígjøgnum í vinstru kom bólturin hart yvirum til aftaru stong, har Heini var komin uppá pláss og var púra fríur.

Málið sæst omanfyri - sjónband: Heini Ziskason Viðoy

Heini Sørensen er í yngra árganginum í U19. Hoyvíkingurin er tekniskt gávaður og hart arbeiðandi miðvallari. Tað er óvist, hvøjum liði hann og liðfelagirnir í Midtjyllandi skulu hitta í næsta umfari í evropeisku kappingini.

Alex Troleis, Jón Marni Johannesen og Jógvan Breckmann dømdu dystin í Ikast - Alex innanfyri strikurnar og Jón Marni og Jógvan sum hjálpardómararnar. Trý gul kort vórðu givin - øll til leikarar hjá Trabzonspor.

[object Object]
Alex Troleis hevur ymsar altjóða uppgávur (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder