2026-06-19 14:58
Triði FM-róðurin í 2026 verður rógvin í morgin, leygardagin 20. juni. Hetta tá jóansøka er á skránni í Vági.
Til ber at staðfesta, at stóri áhugin at rógva stendur við. Tá freistin at melda til var týsdagin, høvdu 101 bátsmanningar melda til teir ellivu róðrarnar, sum umfata barnaróður.
Størsti róðurin hjá teimum vaksnu er 6-mannafør hjá kvinnum, har tíggju bátar standa á listanum hjá Róðrarssambandi Føroya.
Sí yvirlit yvir manningarnar á rsf.fo
Her ber til at hoyra kappróðrarsending okkara, Ár og Bekk, frá týsdegnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald