placeholder
Annað

Yvirlit: Endaliga støðan og áttandapartsfinalurnar

Eftir tvær vikur við fótbólti hvønn dag í Russlandi, er nú eingin dystur.

Argetina skal spæla ímóti Fraklandi í fyrstu áttandapartsfinaluni leygardagin. Her síggjast Lionel Messi og Jorge Sampaoli til venjing
(Mynd: EPA)

Argetina skal spæla ímóti Fraklandi í fyrstu áttandapartsfinaluni leygardagin. Her síggjast Lionel Messi og Jorge Sampaoli til venjing (Mynd: EPA)

2018-06-29 13:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú eru seinastu dystirnir í bólkaspælinum avgreiddir. Øll 32 liðini hava spælt tríggjar dystir hvør, og helvtin av liðunum eru nú farin heim. Í dag er frídagur í Russlandi.

Tíggju evropeisk lið, fýra úr Suðuramerika, eitt úr Norðuramerika og eitt asiatiskt lið, hava spælt seg víðari. 

Stórur spenningur er um, hvørji lið munnu fara at vinna seg í fjórðingsfinalurnar. Lagt er upp til nakrar sera góðar dystir komandi dagarnar í Russlandi.

Her er eitt yvirlit yvir endastøðurnar í bólkunum, og yvir hvørji lið hittast í 1/8 finalunum og nær: 



Bólkur A:

Uruguay       9 (+5)
Russland      6 (+4)
Saudi Arabia  3 (-5)
Egyptaland    0 (-4)  

Bólkur B:
Spania    5  (+1)
Portugal  5 (+1)
Iran        4 ( 0)
Marokko  1 ( -2)

Bólkur C:
Frakland 7  (+2)
Danmark 5 (+1)
Peru 3 (0)
Avstralia (-3)

Bólkur D:
Kroatia 6 (+6)
Argentina 4 (-2)
Nigeria 3 (-1)
Ísland 1 (-3)

Bólkur E:

Brasilia      7  (+4)
Sveis         5 (+1)
Serbia       3 (-2)
Kosta Rika 1 (-3)

Bólkur F:
Svøríki 6 (+ 3)
Meksiko 6 (-1)
Suður Korea 3 (0)
Týskland 3 (-2)

Bólkur G:

Belgia 9 (+ 7)
Ongland (+ 5)
Tunesia 3 (-3)
Panama 0 (-9)

Bólkur H:
Kolumbia 6 (+3)
Japan 4 (0) *
Senegal 4 (0) *
Pólland 3 ( -3)

* Japan víðari uppá “Fair Play-regluna; tvey gul kort færri enn Senegal


Áttandapartsfinalurnar:

Leygardagin(30/6): 

15.00: Frakland - Argentina
 

19.00: Uruguay - Portugal 

 

Sunnudagin(1/7):

15.00: Spania - Russland

19.00: Kroatia – Danmark

 

Mánadagin (2/7): 

15.00: Brasilia – Meksiko

19.00: Belgia - Japan


Týsdagin (3/7):

15.00: Svøríki - Sveis

19.00: Kolumbia - Ongland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder