Fótbóltur

Yvirlit: Her er alt tilfarið um Føroyar - Norðurmakedónia

Portalurin hevur beinleiðis blogg, myndir, samrøður og annað av Tórsvølli seinnapartin. Kringvarpið vísir fyrsta Nations League-dystin, sum byrjar klokkan 14..

Føroyingarnir hava seinastu dagarnar fyrireika seg uppá nýggju kappingina (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyingarnir hava seinastu dagarnar fyrireika seg uppá nýggju kappingina (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-07 10:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er klokkan 14, at Nations League 2024 - tann fjórða í røðini - fer av bakkastokki.

Higartil hevur tað gingist væl hjá Føroyum í kappingini undir Håkani Ericson. Í 2020 vóru Føroyar ósigraðar og vunnu Deild D, sum er tann niðasta, og fluttu upp. Í 2022 eydnaðist at enda trygt frammanfyri Litava í Deild C og harvið halda plássið - millum úrslitini var ein sigur á Turkalandi.

Nú skal føroyska landsliðið aftur jagsta mál og stig eftir eitt heldur soltið 2023. Tað gera spælarar og venjari greitt. Á leinkjunum niðanfyri her ber til at lesa, hoyra og síggja meira úr landsliðsleguni seinastu dagarnar.

Portalurin fylgir eisini dystinum í dag tætt og hevur nógv tilfar av Tòrsvølli - eisini fara vit við til Riga til týðandi dystin móti Lettlandi týskvøldið.


Sí samrøður, sum eru gjørdar uppundir dystin: 
Bárður á Reynatrøð: - Ein dreingjadreymur at spæla A-landsdyst á Tórsvølli
Andrias Edmundsson: Havi tikið ábyrgd í øllum mínum landsdystum
Hørður Askham: - Fult fokus á landsdystirnar áðrenn 30-ára føðingardagin
Gunnar Vatnhamar: - Vilja vísa Føroya fólki at vit kunnu vinna

Les greinar um millum annað hópin: 
Håkan Ericson: - Vit droyma um meira enn niðaru plássini
Tríggir spæla nú á hægri stigi
Teitur Gestsson ikki við til fyrstu dystirnar
Ikki serliga stórur áskoðaraáhugi

Sí myndir og meira frá venjingunum:
Løgdu fyri í sólini á Tórsvølli
Myndir: Løgdu seinastu hond á fyrireikingarnar í Hoyvík


Nations League Deild C, bólkur 4
1. umfar, leygardagin 07.09
14.00: Føroyar - Norðurmakedónia

Atgongumerki kunnu keypast her

(17.00: Armenia - Lettland)

Portalurin hevur beinleiðis blogg av Tórsvølli. Vit hava myndir av landsdystinum og taka aftaná samanum við teksti og samrøðum. 

Kringvarpið vísir dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder