Annað

Yvirlit: Hesar fýra áttandapartsfinalurnar verða í vikuskiftinum

Tað er nú greitt, hvørji lið úr "fyrru hálvu" av kappingini hittast í áttandapartsfinalunum í Russlandi..

Argentina vann 2-1 á Nigeria við einum seinum málið, og eftir tógvið stríð eru Messi og co. harvið til reiðar til áttandapartsfinaluna ímóti Fraklandi
(Mynd: EPA)

Argentina vann 2-1 á Nigeria við einum seinum málið, og eftir tógvið stríð eru Messi og co. harvið til reiðar til áttandapartsfinaluna ímóti Fraklandi (Mynd: EPA)

2018-06-27 07:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HM er í hæddini. Seinastu dystirnir í bólkaspælinum verða leiktir komandi tveir dagarnar, og spenningurin er stórur og dramtikkurin høgur. Bólkarnir A-D eru avgreiddir; nú skulu vit fáa at vita hvørji átta lið koma víðari úr bólkunum E-H, og hvussu tey skulu spæla í áttandapartsfinalunum. 

Ongland og Belgia eru longu víðari úr bólki G. Tey spæla bólkafinalu í annaðkvøld. Meksiko og Týskland liggja best fyri í bólki E, men Svøríki kann væntast at bjóða av. Brasilia og Sveis liggja bæði á fýra stigum, og bæði kunnu harvið noyðast við javnleik í kvøld. Serbia er tó beint í hølunum, men skal vinna á Brasilia. Í bólki H hevur Japan bestu kortini á hondini, meðan Senegal - Kolumbia verður sera avgerandi.

Higartil hava seks evropeisk lond og tvey suðuramerikansk spælt seg víðari. Meksiko og Japan síggja í løtuni til at vera uppløgd boð at koma víðari. Annars eru tað, sum væntað, lið úr Evropa og Suðuramerika sum dominera.  

Lagt er upp til spennandi áttandapartsfinalur í vikuskiftinum; serliga leygardagin, har tað er torført at peika ein favoritt út í teimum báðum dystunum. Sunnudagin eru tveir evropeiskar uppgerðir, har Spania og Kroatia eru favorittar: 

Leygardagin(30/6):

15.00: 
Frakland - Argentina 

19.00: Uruguay - Portugal 

Sunnudagin(1/7):

15.00: Spania - Russland

19.00: Kroatia - Danmark


Her er eitt yvirlit yvir seinastu bólkarnar og dystirnar komandi tveir dagarnar:


Bólkur E:
Brasilia      4  (+2)
Sveis         4 (+1)
Serbia       3 (0)
Kosta Rika 0 (-3)

Í dag kl. 19.00:
Serbia – Brasilia
Sveis - Kosta Rika

Bólkur F:
Meksiko        6 (+2)
Týskland       3 (0) 
Svøríki          3 (0) 
Suður Korea  0 (-2)

Í dag kl.15.00:
Suður Korea - Týskland
Meksiko- Svøríki

Bólkur G:
Ongland 6 (+6)
Belgia    6 (+6)
Tunesia  0 (-4)
Panama  0 (-8)

Í morgin kl.19.00:
Panama - Tunesia
Ongland - Belgia

Bólkur H:
Japan 4 (+1)
Senegal 4 (+1)
Kolumbia 3 (+2)
Pólland 0 (-4) 

Í morgin kl.15.00:
Japan – Pólland
Senegal - Kolumbia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder