Fótbóltur

- Afrika vann HM í fótbólti

Kendur sjónvarpsvertur sigur, at Afrika er rætti HM-vinnarin.

2018-07-20 12:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Trevor Noah, sum er vertur í kendu amerikansku sjónvarpssendingini The Daily Show, heldur, at Afrika er rætti HM-vinnarin. Orsøkin til útsøgnina er, at flestu leikararnir á franska landsliðinum eru ættaðir úr Afrika.

- Afrika vann HM. Eg veit, at tey eru noydd at siga at tað var tað franska liðið. Men hygg eftir leikarunum. Tú verður ikki so sólbrendur av at sóla tær í Suðurfraklandi, segði Trevor Noah eftir at Frakland vann á Kroatia í finaluni í HM.

Noah vísti á, at 15 av 23 leikarum í franska hópinum eru úr familju, sum eru ættaðar úr londum sum Kamerun, Kongo og Mali, skrivar DR.

Tveir av leikarunum eru føddir í Afrika, og fluttu til Fraklands tá teir vóru lítlir. Hinir eru føddir og uppvaksnir í Fraklandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder