Hondbóltur

Jana Mittún vil búgva nærri unnustanum

22 ára gamla hoyvíkskvinnan flytur nærri Keypmannahavn og fer næsta kappingarár at spæla við Nykøbing Falster.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-14 21:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er nú greitt, at 22 ára gamli føroyski landsliðsprofilurin Jana Mittún skiftir úr Viborg HK til Nykøbing Falster Håndbold eftir hetta kappingarárið.

Jana Mittún fór í 2023 úr H71 til Viborg HK at spæla og hevur síðan staðfest seg sum spælara í bestu donsku deildini. Men nú tekur hon altso fetið víðari.

Hjá Viborg HK harmast tey um missin av ferðmikla hoyvíkinginum.

- Vit høvdu ynskt at hon helt fram hjá okkum, men vit skilja ynski hjá Janu um at búgva nærri sínum unnusta, og tað virða vit sjálvandi, sigur Jens Steffensen, stjóri í Viborg HK.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Í Nykøbing Falster fegnast tey sjálvsagt um nýggja spælaran.

- Hon riggar væl til okkara DNA og tann skjóta hondbóltin, sum vit ynskja at spæla. Hon spælir við nógvair orku og styrki, og tað er nakað av tí, vit gjarna vilja vera kend fyri, sigur høvuðsvenjarin hjá NFH, Niels Agesen.

Jana Mittún og NFH hava gjørt trý ára sáttmála.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder