Umframt úttøku til A-landsdystir, var U21-landsliðsúttøka á Tórsvølli fyrrapartin.
Har sett Ólavur Mikkelsen navn á teir tjúgu spælararnar, sum skulu við til seinastu tríggjar dystirnar í undankappingini til EM 2027.
Uppgávurnar eru móti Estlandi, Luksemborg og Íslandi - øll hesi vunnu Føroyar á í fjør. Føroyar vóru harvið á odda í bólkinum eftir trý umfør, men hava síðani tapt tvær ferðir fyri Fraklandi og tvær ferðir móti Sveis.
Farið verður eftir at enda væl í undankappingini, staðfesti Ólavur Mikkelsen. Venjarin noyddist eisini at staðfesta, at vanligi liðformaðurin Áki Samuelsen og Mattias Hellisdal, sum báðir spæla fast Allsvenskan, ikki eru tøkir hesaferð. Teir skulu við A-landsliðnum.
Les eisini: Mattias Hellisdal er spildurnýggjur á A-landsliðnum
![]()
Ólavur Mikkelsen hevur verið venjari hesa undankappingina, har Føroyar hava níggju stig - tey komu móti júst somu mótstøðuliðunum, sum bíða nú (Mynd: Sverri Egholm)
Aron Benjaminsen er fyri fyrst úttikin at spæla millum annað heimadyst í Klaksvík skjótt - her hevur hann skorað fyri Víking móti Stjarnuni í Conference League har (Mynd: Sverri Egholm)
Tó er Aron Benjaminsen við. Stóri profilurin hjá Víkingi í nakrar mánaðir, sum nú er seldur til skotskan fótbólt, var annars uppá tal til A-landsliðið.
Eyðun Klakstein staðfesti tó fyri FM1, at Aron er ein av teimum, sum kann skiftast inn í hópin í drúgva landsliðsvindeyganum. Fyrst skal vandamikli vongurin til Estlands saman við einum spennandi U21-hópi:
U21-Hópurin:
Málverjar:
Hans Jákup Arngrímsson, Skála
Sámal á Steig, 07 Vestur
Verjuspælarar:
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Sjúrður Henriksen, AB
Bjarti Thorleifsson, Skála
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Jákup Norðoy Vilhelmsen, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
Miðvallarar
Jógvan Kárason Gullfoss, B36
Dávid Biskopstø Andreasen, B36 Tórshavn
Árni Nóa Atlason, Vendsyssel FF (Danmark)
Arnór Brandsson, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Marjus Nón, B68 Toftir
Jón Steingrímsson, AB Argir
Áleyparar:
Aron Benjaminsen, Hearts (Skotland)
Dávid Reynheim, KÍ Klaksvík
Av hesum eru Sámal á Steig, Arnór Brandsson, Sjúrður Henriksen og Jón Steingrímsson nýggir á U21-landsliðnum. Í mun til seinast er Marjus Nón við aftur.
Dystarskráin:
25. september:
Estland - Føroyar (Parnu/17.00)
30. september:
Føroyar - Luksemborg (Djúpumýra/17.00)
6. oktober:
Føroyar - Ísland (Tórsvøllur/18.00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald