- Vit høvdu sjálvandi vónað, at hann fór at verða við í heyst og í minsta lagi eitt ár afturat. So tað kom eitt sindur uppá tvørs og eitt sindur óvæntað, at hann valdi at gevast. Men hann hevur grundgivið fyri tí og vit virða sjálvandi avgerðina hjá honum.
Hetta segði Eyðun Klakstein við FM1-raportaran Pætur Nolsøe á Tórsvølli fyrrapartin. Hetta var ikki nógvar tímar eftir, at tað var almannakunngjørt, at Árni Frederiksberg ikki longur er tøkur fyri landsliðið. Ein avgerð sum úrmælingurin úr KÍ fyri stuttum hevur tikið.
– Eg havi leingi stríðst við tankan, um eg skuldi fara í holt við eina nýggja Nations League-kapping ella ikki. Ætlanin hevur allatíðina verið at taka eitt ár afturat, men seinasta tíðin í fótbóltinum hevur fingið meg at hugsa øðrvísi. Vit skulu vera foreldur aftur um hálvan oktobur. Samstundis havi eg smávegis skaðar at dragast við, og harumframt fyllir arbeiðið nógv. Tí haldi eg, tíðin er komin at takka fyri meg á landsliðnum.
Les eisini: Árni Frederiksberg gevst á landsliðnum
Soleiðis greiður Árni sjálvur frá á fsf.fo. Og í Fótbóltspráti í Kringvarpinum í morgun staðfesti maðurin við nærum gandakenda vinstra beininum, at fleiri broytt viðurskifti hava fingið hann at tikið avgerðina nú. Hetta millum annað eftir allir dystirnar við KÍ í summar.
- Nú eri eg eisini so heldigur, at eg skal verða pápi aftur í oktober, og eg hevði komið at mist nakrar landsdystir kortini. Arbeiðið og annað skal eisini raðfestast, nú man hevur verið nógv burtur. So blívur tað eitt sindur: Veist tú hvat; vit gera eina striku í sandin her og siga, at at hatta var tað. Hetta varð ein lítil landsliðsbók, men tað hava verið nøkur fantastisk minni, staðfesti Árni Frederiksberg fyri Tróndi Vatnhamar.
![]()
![]()
Árni Frederiksberg var beinleiðis avgernadi í tveimum sigrum á Tórsvølli í fjør, og átti sín stóra lut í hinum báðum eisini - í einum søguligum ári hjá landsliðnum (Myndir: Sverri Egholm)
Árni Frederiksberg var fyrstu ferð á A-landsliðnum í 2015 - eftir nøkur góð ár á U21-landslinum. Tá hevði vongurin longu gjørt vart við seg í NSÍ í nøkur ár.
Hann var nógv við í 2019, tó at talan ikki varð um nógvar minuttir í øllum dystunum, men takkaði síðani fyribils fyri seg og spældi ongantíð undir Håkani Ericson. Hetta hóast Árni Frederiksberg fast hevur verið millum allarbestu og mest avgerandi spælararnir í nógv ár. Men eftir venjaraskifti, nøkur FM og evropeiskt deildarspæl við KÍ, var Árni aftur í hvíta, bláa og reyða búnanum.
Árni Frederiksberg hevur spælt í venjingardystunum í ár, og avgjørdi dystin í San Marino. Hann skoraði í sigrinum móti Montenegro og Gibraltar á Tórsvølli í fjør og legði upp til fleiri onnur mál. Tað er eyðsæð, at dygdir hansara fara at mangla.
- Árni hevði stóran týdning í fjør, og tað er eingin ivi um, at vit fara at sakna hann, staðfesti Eyðun Klakstein fyrr í dag.
Sí eisini: Eyðun Klakstein: - Hendan avbjóðingin fer at krevja nógv av okkum
![]()
Eyðun Klakstein á tíðindafundinum í dag. Høvuðsvenjarin hevur ikki longur Árna Frederiksberg at ráða yvir (Mynd: Sverri Egholm)
Landsliðsvenjarin sigur, at man hevur arbeitt við øðrum loysnum, og hesar verða at síggja í teimum fyrstu fýra Nations League-dystunum.
Í samrøðuni í Kringvarpinum fyrr í dag segði Árni Frederiksberg, at hann sær nógvar ógvuliga spennandi møguleikar - millum annað spælarar sum eru farnir av landinum at spæla fótbólt. Og 34-ára gamli maðurin úr Saltangará, sum spældi 24 A-landsdystir, hevði stórt rós til føroyska venjaratoymi.
- Teir broyttu hugburðin, og tað merktiskt, tá man kom í hópin, hvussu nógv allir trúðu uppá tað og vildu hetta her. Og tað er venjaratoyminum at takka, sigur Árni Frederiksberg - nú fyrrverandi landsliðsspælari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald