2026-09-27 21:55
Billardárið 2026 byrjaði aftur í vikuskiftinum við Lions Cup kappingini á Tvøroyri við 12 spælarum. Fyri at kunna luttaka skal ospælari ikki hava omanfyri 15 eygu í meðan frá seinastu FM kapping.
Úrslitið av kappingini gjørdist, at Jákup Nolsøe úr Havnar Billardfelag vann í einum sera jøvnum og spennandi dysti móti Hugin Albinus við einans 8 eygum. Jákup vann við 298 eygum og hevði eitt samlað meðal uppá 15 eygu. Nr.. trý í kappingini gjørdist Tórður Holm.
Hugin Albinus vann silvur
Tórður Holm vann bronsu
Hetta er aðru ferð, at Jákup Nolsøe vinnur Lions Cup. Komandi vikuskifti verður stóra billardkappingin Haldor Holm Cup í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald