- Tað er ein dyggur smeitur at Elias ikki er við, tí ein øgiliga stórur partur av álopsspælinum gongur ígjøgnum hansara hugsan og hansara hendur. Tað manglar ikki bara spælistýrarin, tað manglar eisini ein sum er við til at leggja ætlanina fyri hvussu vit spæla; serliga álopsspæl.
Hetta slær Julian Johansen fast, tá vit spyrja hondbóltsvenjaran og viðmerkjaran, hvussu hart tað rakar føroyska manslandsliðið, at hondbóltsúrmælingurin úr Hoyvík við 71-talinum ikki er tøkur til lagnudystirnar um HM-pláss.
Hetta frættu vit hósdagin, og í gjár varð hópurin kunngjørdur - uttan eitt av størstu nøvnunum. Elias Ellefsen á Skipagøtu er so mikið skaðadarvaður av skotøkslini, at spælskiparin ikki kann spæla móti Bosnia-Hersegovina.
Sí eisini: Skulu finna aðrar loysnir til HM-lagnudystirnar
Julian Johansen hevur verið hjálparvenjari á A-landsliðnum og venjari hjá árganginum við Eliasi á Skipagøtu sum spælskipara og stórari stjørnu á ungdómslandsliðnum. Hann peikar á, at tað ikki bert eru eyðsýdu dygdirnar nógv málini, uppleggini og flottu løturnar í spælinum, sum Føroyar fara at sakna í mai: Kiel-spælarin dregur eisini nógv uppmerksemi til sín, sum aðrir vanliga kunnu gera sær dælt av:
- Elias er eyðsýndur í álopinum, og skavar oftast 10+ málstig saman og ger eisini tað, at minni fokus er á hinum. Nú kann væntast, at Bosnia kemur at hava fult fokus á Óla Mittún, og hetta kann viðføra, at hann verður yvirdekkaður í duel spælinum. Tað hevur ikki heilt borið til áðrenn, tí bæði Elias og Óli hava verið har.
![]()
Ofta noyðast mótsstøðupælararnir at gera nógv fyri at steðga Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. - Øgiliga stórur partur av álopsspælinum gongur ígjøgnum hansara hugsan og hansara hendur, staðfestir Julian Johansen (Mynd: Sverri Egholm)
Elias og Óli saman kann vera óbehagiligt hjá mótstøðuliðunum (Mynd: EHF)
Í mun til Ísak Vedelsbøl, sum eisini er skaddur, so vísir Julian Johansen á, at tað eru " aðrir sum er tættari uppá sama støðið ímun til Elias". Men saknur kann avgjørt eisini vera at síggjast í unga strikuspælaranum/miðverjanum, har Peter Krogh er avloysarin. Hetta prógvaði Ísak serliga í seinastu undankapping við stórun leikluti
- Ísak er blivin ein leikari sum ger mun báðar vegir. Hann er stabilur í verjuni og hevur serlig evni í álopinum. Hettar skulu vit kanska til at finna í tveimum leikarum til dystirnar, tí einki er at ivast í at Peter Krogh er úttikinfyri at loysa Ísak av í miðverjuni.
Sí eisini: Peter Krogh og Tóraldur Kollsker aftur á landsliðnum til lagnudystirnar
![]()
Sær skjótt álopsspæl fyri sær - og spennandi dystir um endaspælsplássið
Men hvør skal loysnin vera, tá Føroyar skulu spæla um HM-pláss uttan vanliga stýrimannin í álopinum? Julian Johansen hevur eitt boð, og har eru tríggir bakspælarar, sum ikki vanliga spæla so nógvar minuttir, íblandaðir:
- Eg vænti, at vit til tíðir koma at síggja skjótt álopsspæl; serliga millum Óla Mittún og Paula Mittún/Róa Ellefsen á Skipagøtu/Bjarna í Selvindi. Hesir leikarar hava í størri mun brúk fyri hvørjum ørðum. í mun til tá Elias spælur. Og tað er tætt millum Róa, Bjarna og Paula, so tað verður spennandi at síggja hvør kemur at avrika væl í álopinum.
![]()
Óli og Pauli Mittún eftir ein landsdyst við systkinabarninum Eliasi beint aftanfyri. Mittún-brøðurnir kunnu saman fáa ein lyklaleiklut í føroysku sóknanini eftir EM-plássið (Mynd: Sverri Egholm)
At næstbesti ungi spælarin í heiminum í fjør, sambært altjóða metingum, og mest virðismikli spælari í U21-endaspælinum fer at fáa høvuðsleiklutin í føroyska álopinum í mai, er upplagt sambært venjaranum og viðmerkjaranum:
- Men einki er at ivast í at nógv kemur at koyra ígjøggnum Óla, og at hann verður okkara vápn at loysa upp í stóru verjuni hjá Bosnien.
Hvat væntar tú so av dystunum - koppa lyklaskaðarnar favorittleiklutin nakað frá Føroyum?
Eg vænti framvegis eina javna samlaða støðu. Tað er ongantíð nemt at spæla á Balkan, men tað er sera umráðandi at vit koma heim við einum úrsliti frá fyrra dystinum, sum ger, at vit við einum smølum sigri við Tjarnir kunnu spæla okkum víðari, sigur Julian Johansen
Hópurin til HM-røkkstøkkdystirnar:
Málverjar:
Pauli Jacobsen, Sandnes (NOR)
Tóraldur Kollsker H71 *
Bakkar:
Bjarni í Selvindi, Valur (IS)
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Bakspælari/Verjuspælari:
Peter Krogh, H71 *
Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HV København (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Helgi Hildarsson Hoydal, H71
* Nýggir í mun til seinasta hóp
Fyrri røkkstøkkdysturin:
Hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
19.00: Bosnia&Hersegovina - Føroyar
Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia&Hersegovina
Atgongumerkjasølan til heimadystin byrjar mánadagin, 20. apríl, klokkan 10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald