Tað bleiv ongantíð nakar spenningur í venjingardystinum hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti móti Danmark seinnapartin.
Danmark vann 36-24. Støðan í steðginum var 17-10.
(Mynd: Beate Oma Dahle/NTB/Ritzau Scanpix)
(Mynd: Beate Oma Dahle/NTB/Ritzau Scanpix)
(Mynd: Beate Oma Dahle/NTB/Ritzau Scanpix)
Hetta var seinni dysturin í venjingarkappingini, sum verður spæld í Trondheim. Fyrri dysturin var móti Noreg, og føroysku kvinnurnar taptu tann dystin 41-23.
Kappingin er liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið, sum byrjar í Póllandi leygardagin um eina viku. Føroyski hópurin fer úr Føroyum hósmorgunin og flýgur beinleiðis til Katowice, har allir tríggir teir fyrstu dystirnir verða spældir. Føroyar eru í bólki saman við Fraklandi, Ukraina og vertstjóðini, Póllandi.
(Mynd: Beate Oma Dahle/NTB/Ritzau Scanpix)
--
Golden League (Ice Cup, EM-fyrireikingarkapping)
Leygardagin 28. november, Stjørdals-hallen
Danmark - Føroyar 36-24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald