
- Tann fyrsti føroyski spælarin í deildini hevur verið ein opinbering í verjuni hjá Seinajoki. Tann 195-sentimetrar høgi Chukwudi er eitt ódjór, sum ikki fer at verða í Finnlandi leingi.
Í vetur keypti SJK Seinajoki Samuel Johansen Chukwudi úr HB. Higartil hevur tað víst seg at verið ein góð avgerð hjá finska felagnum, sum eftir seks umfør er á 2. plássinum í fremstu finsku deildini.
Og tað er ikki hissini rós, sum 21-ára gamli føroyski verjuspælarin fær frá Helsingen Sanomat. Har verður Samuel skýrdur sum eitt kanónkeyp.
Talan er um størsta blaðmiðilin í Finnlandi, sum á heimasíðu sínari hevur gjørt ein topp-15 lista við teimum bestu spælarunum í Veikkausliiga higartil. Har er havnarmaðurin á 5. plássi.
Mynd: Helsingin Sanomat
Allur listin sæst HER
Víst verður á, at Samuel Chukwudi hevur rakt viðspælararnar við 91 prosentum av sínum alveringum, og at hann vinnur heil 75 prosent av sínum nædystum.
So er føroyski landsliðsspælarin eisini so skjótur, sambært hs.fo, at "hann tekur longu rennidsystirnar við "læstum ryggi - sum um hann joggar ein túr um morgunin"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald