placeholder
Hondbóltur

- Elias gevur íblástur til nógvar føroyingar

Ein fyrimynd fyri ungar spælarar og hevur spælt ein risa leiklut í stóru føroysku framgongdini. Soleiðis skrivar IHF millum annað í grundgevingunum fyri heiðrinum hjá hoyvíkinginum sum heimsins besti.

- Beinleiðis og óbeinleiðis hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu verið ein sonn fyrimynd fyri ungar spælarar í Føroyum(..) hann gevur nógvan íblástur til eina lítla tjóð við 54.000 fólkum, sum fyri fyrstu ferð spældu seg til eitt A-endaspæl í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Beinleiðis og óbeinleiðis hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu verið ein sonn fyrimynd fyri ungar spælarar í Føroyum(..) hann gevur nógvan íblástur til eina lítla tjóð við 54.000 fólkum, sum fyri fyrstu ferð spældu seg til eitt A-endaspæl í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-22 13:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin gjørdist greitt, at ein føroyingur var heimsins besti ungi hondbóltsspælari í 2023 - ja heimsins besti.

Sí eisini: Elias Ellefsen á Skipagøtu var heimsins besti ungi spælari í 2023

Elias Ellefsen á Skipagøtu skifti í fjør til týska stórfelagið THW Kiel, har hann skjótt vísti seg fram í Bundesliguni og í Champions Leaguer. Hann spældi stóran leiklut í at fáa Føroyar til sítt fyrsta endaspæl nakrantíð í A-landsliðshøpi, og spælskiparin var á All-star liðnum í U21 HM-endaspælinum, har Elias gjørdist toppskjútti og hevði flest upplegg. Hann var beinleiðis við í 93 málum hjá Føroyum í Týsklandi - mál og upplegg.

Heimasíðan hjá IHF nevnir hesi tingini sum grundalag fyri heiðrinum. Tað at Elias á Skipagøtu hevði høvuðsleiklut í, at Føroyar endaði nummar sjey í HM-endaspælinum, og dentur verður lagdur á, at 21-ára gamli hoyvíkingurin er so stórur íblástur.

- Beinleiðis og óbeinleiðis hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu verið ein sonn fyrimynd fyri ungar spælarar í Føroyum. Nógv sum byrja í hondbólti og royna at koma langt, hava hann sum fyrimynd, og tað gevur nógvan íblástur til eina lítla tjóð við 54.000 fólkum, sum fyri fyrstu ferð spældu seg til eitt A-endaspæl í fjør, skrivar altjóða hondbóltssamgongan

[object Object]Elias Ellefsen á Skipagøtu í góðum lag til venjing í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Danin Mathias Gidsel, liðfelagin hjá Hákuni West av Teigum, gjørdist ikki óvæntað heimsins besti spælari hjá monnum. Henny Reistad hevur verið ógvuliga sannførandi fyri Esbjerg og Noreg og vann hjá kvinnunum. Lena Grandveau úr Fraklandi varð vald til ársins unga spælara hjá kvinnum.

Tað eru fjepparar, venjararnir frá luttakandi londunum í HM og IHF Commission of Coaching and Methods, sum saman hava kosið vinnaran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder