
- Hann er, sjálvandi, ótrúliga dugnaligur men eisini tvørur og arbeiðssamur. Samstundis hevur hann eisini verið dugnaligur til at taka av sínum møguleikum. Fyrstu tíðina í Füchse vóru løturnar á vøllini ikki so nógvar - nú er hann fyrsta val á tí, sum í løtuni má metast sum besta liðið í heiminum innan liðhondbólt.
Soleiðis lýsir Mark Lausen-Marcher høgra vongin hjá týska høvuðsstaðarfelagnum. Mark kennir væl Hákun West av Teigum: Hann var venjari hjá Hákuni á øllum ungdómslandsliðnum, og Mark er ítróttarstjóri í Hondbóltssambandi Føroya.
Hákun West av Teigum hevur í júst farnu undankapping gjørt sítt til, at Føroyar vunnu sín bólk. Hann er eisini vorðin fyrsta val í Füchse Berlin, sum sunnudagin vann sítt fyrsta týska meistaraheitið.
Hákun West av Teigum í einum av sínum stóru avrikum - og einum megnaravriki hjá føroyskum hondbólti - í sigrinum á Spania í U21 HM-endaspælinum í 2023. Tá var Mark Lausen-Marcher annar av venjarunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hetta vikuskiftið skal 23-ára gamli hoyvíkingurin spæla um Champions League-heitið. Hetta verður gjørt á Final Four-stevnu í Köln, har hálvfinalur eru leygardagin og finala sunnudgin 15. juni.
Í fjør spældi javngamli Elias Ellefsen á Skipagøtu Final Four í heimsins fremstu kapping fyri lið. Tað frøir sjálvandi Mark Lausen-Marcher, at hetta sær út sum ein góður vani.
- Tað, at vit annað árið á rað hava ein føroying í Final Four í Chmpions League, vísir, at vit hava spælarar, sum kunnu gera seg galdandi á hægsta stigi. Hetta eru heilt víst fyrimyndir hjá mongum ungum hondbóltsspælarum og nakað at síggja upp til, staðfestir ítróttastjórin fyri Portalinum.
Sí eisini: - Vit hugsa um hvussu man kann gerast heimsmeistari
Til seinast spurdu vit Mark Lausen-Marcher, um hann sær liðið hjá Hákuni West av Teigum sum favoritt til at lyfta steypið, tá vikuskiftið kemur móti endanum.
- "Regulin" til Final Four plagar at vera, at favoritturin ongantíð vinnur. Men eg noyðist tó at siga, at Füchse er favorittur - bæði orsakað av lutakastið, men eisini tí at eg haldi, at liðið spælir tann besta hondbóltin.
Hákun West av Teigum, Mathias Gidsel og hinir skulu spæla hálvfinalu móti franska Nantes í morgin, leygardagin 14. juni, klokkan 14 føroyska tíð. Dysturin sæst á Viaplay og TV3 MAX. Tað man metast at vera betur at spæla móti Nantes enn Barcelona ella Magdeburg, sum eru í hinari hálvfinaluni.
Sí eisini: Hákun skal spæla Champions League-hálvfinalu í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald