Fyrsti dystur hjá Andrias Edmundsson í Serie A endaði við, at áskoðararnir hjá Hellas Verona buh'aðu liðið út av vøllinum.
Tað eydnaðist ikki at vinna móti Pisa, sum eisini bert hevði 14 stig undan dystinum. Tað eydnaðist ikki so mikið sum at hava eitt skot á mál, og nú hevur Verona spælt níggju dystir á rað uttan at vinna.
Fyri føroyingin á liðnum var tó sum heild talan um eitt gott kvøld. Andrias Edmundsson spældi allar 90 minuttirnar - saman við tveimum dønum í miðvejruni hjá heimaliðnum.
Nummar fimm byrjaði ikki serliga væl við bólti - hann kom nakrar ferðir undir trýst í uppspælinum til vinstru og spældi minni góðar alveringar fram eftir, men skjótt fótaði hann sær og hevði millum annað nógvar góðar langar sendingar.
Í verjustøðu var lítið og einki at seta fingurin á: 25-ára gamli toftamaðurin stóð fyri tí, sum hann skuldi og vann nógvar nærdystir. Hann var djarvur og las støðurnar væl sum vinstri miðverji. Umframt at einki mál fór inn, var landsliðsprofilurin eisini nakrar ferðir ein hóttan í álopskendu deyðbóltunum.
![]()
Hálvleiksstøðan og eisini endaliga úrslitið: Málleyst í Vernia
Móti endanum rakti Pisa stongina eftir horna, og síðani var Andrias óheppin, tá ein alvering rakti hann og síðani fór yvir til frían áleypara. Verona-málverjin bjargaði tó. Í síðsta álopinum hjá útiliðnum blokeraði føroyingurin skotið væl við høvdinum: Tað endaði 0-0
Sambært enska viðmerkjaranum, og tølum hjá "livescore-síðum", bygt á hagtøl frá dysum, var Andrias Edmundsson millum bestu spælararnar av vøllinum í málleysa javnleikinum:
- Hann er ein veruligur risi: Fyllur nógv og er støðugur. Stendur har hann skal og verjir væl fyri í øllum støðunum. Kanska ikki tann mest eleganti við bóltinum altíð men finnur loysnirnar væl, varð staðfest á stroymingini á TV2 Play.
Sí eisini: Eingin orsøk hjá Andriasi at halda, at hann ikki fer at klára seg fínt
Hetta var eisini ein dystur, har verjuspælararnir sanniliga skaraðu meira framúr enn teir álopskendu.
Ein virðiligur Serie A-byrjanardystur hjá Edmundsson - og eitt søguligt kvøld fyri føroyskan fótbólt.
Hellas Verona er framvegis aftast í Serie A. Lykladystur verður aftur næsta vikuskifti - 15. februar - móti Parma.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald