
Hann er í løtuni triðbesti málskjútti í Bundesliguni, og hevur ongantíð í Kiel-tíðini skorað so nógv mál í einum einstøkum dysti, sum hann gjørdi í gjár.
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið glóðheitur fyri THW Kiel higartil í hesum nýggja kappingarárinum, og vónin er sjálvandi, at tað heldur fram.
Í 4. umfari gekk tað útyvir Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf: Elias var beinleiðis við í 17 av teimum 40 málunum hjá Kiel, og toppskjúttin átti annars stóra æru í spælinum hjá "sebraunum".
Til ber at síggja øll 14 málini hjá føroyinginum ovast ella á Youtube. Týski frásøgumaðurin hoyrist rósa føroyinginum nakrar ferðir
Les eisini: Elias Ellefsen á Skipagøtu er ikki til at steðga
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald