Fótbóltur

Video: - Hetta hevur verið eitt ævintýr

Metmálskjúttin á U21-landsliðnum setur orð á tey síðstu árini, har millum annað javnleikurin móti Fraklandi stendur sterkt í minninum. Nú er A-landsliðspláss eitt av høvuðsmálinum hjá miðvallaranum, ið er leikbannaður í dag. Stefan Radosavljevic hevur, saman við tveimum øðrum, leikt flest U21-landsdystir nakrantíð og hevur nú nýggj mál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-06-07 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann fekk eitt gult kort móti Ukraina á Tórsvølli í síðstu viku, ið hann metti var heldur hart.

Hetta merkir, at Stefan Radosaljevic ikki sleppur at spæla móti Serbia nú. Hann er uppvaksin á Tvøroyri, men hevur serbisk foreldur og tað er ein orsøk til, at HB-leikarin er eyka bittur yvir, at hann ikki sleppur at spæla í dag. Tá spælt varð í Serbia í november, hevði Stefan koronu.

Um miðvallarin hevði spælt í dag, hevði hann eisini einsamallur átt metið fyri dystir á U21-landsdystir. Eins og klaksvíkingarnir Jóannes Bjartalíð og Kristoffur Jakobsen, hevur hann spælt 18 ferðir fyri U21.

Stefan Radosavljevic hevur eisini málmetið á U21 við fimm málum, nú hansara tíð sum ungdómslandsliðsleikari er av.

Vit tosaðu við Stefan, eftir at hann var komin til Klaksvíkar saman við liðfeløgunum. Hann hevði heldur vildi verið í skiftingarrúminum, men fekk heldur sett orð á, hvussu serlig, stuttligt og mennandi tíðin á U21- og føroysku ungdómslandsliðunum hevur verið, og hvat málið er frameftir.

Eisini tippaði Stefan: 1-0 til Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder