
Óli Mittún sigur tað. Tróndur Mikkelsen sigur tað eisini, og Hákun West av Teigum er inni á tí. Hjálparvenjarin, Hjalti Mohr Jacobsen nevnir tað eisini fyri Portalinum - samrøðan kemur seinni:
- Kosovo er eitt annað lið, tá tað spælir á heimavølli.
Úrslitini hjá Kosovo í undankappingini tala eisini fyri seg:
Føroyar - Kosovo 32-21
Kosovo - Niðurlond 33-33
Kosovo - Ukraina 31-30
Ukraina - Kosovo 36-25
Stig á heimavølli og stórtap á útivølli. Hetta rákið vilja Føroyar ikki síggja framhaldandi - stig í kvøld hevði sent Føroyar til EM.
Hjá Kosovo kann ein sigur í kvøld vera nóg mikið til eitt søguligt endaspæl. Liðið hevur trý stig og hevur longu fingið stig móti hinum báðum liðunum. Hetta kann hava stóran týdning í sonevnda trý'ara rokniskapinum.
Føroyingar hava tveir teir seinastu dagarnar roynt at fyrireikað seg í heldur serstaku høllini mitt í Pristina - í kvøld vera tó larmandi áskoðarar, sum fara at geva heimaliðnum nógv (Myndir: Sverri Egholm)
Áskoðararnir á Balkan plaga at gera stóran mun og geva heimaliðnum nógv. Trýst verður lagt á útiliðið við larmi og øðrum.
Hetta vita føroyingarnir, og tosa teir um ting sum "at halda høvdið kalt" og at hava "lært nakað av Skopje". Føroyar hava ikki góð hagtøl á útivølli. Tað eydnaðist at vinna í Niðurlondum í mai: Ein flottur sigur men tá fekk føroyska liðið hjálp frá fleiri hundrað lívligum útiáskoðarum.
Stórur føroyskur fagnaður á og uttanfyri vøllin í Almere í mars (Myndir: Sverri Egholm)
Sí eisini: Fyrsti útisigur nakrantíð í EM-undankapping
Í kvøld skulu Føroyar, við nøkrum fáuum í høllini sum stuðla sær, royna at spæla seg til EM-endaspælið.
Dysturin byrjar klokkan 19.15 føroyska tíð. Portalurin hevur beinleiðis blogg og ymiskt tilfar herfrá. Kringvarpið vísir dystin.
Sí eisini: Vinmenn úr Klaksvík vildu uppliva landsliðið í Kosovo
Støðan í bólki 6 eftir fýra umfør í EM-undankappingini:
1. Føroyar 5 stig
2. Ukraina 4 stig
3. Niðurlond 4 stig
4. Kosovo 3 stig
Tvey tey fremstu koma heilt víst víðari til EM-endaspælið í januar 2026. Tað er ógvuliga ósannlíkt, at trý'arin í hesum bólkinum verður ov stuttur.
5. og næstseinasta umfar, í dag hósdagin 8. mai
18.30: Ukraina - Niðurlond
19.15: Kosovo - Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald