- Hetta er ein finala: Hetta hevur so nógv at siga fyri felagið og so nógv at siga fyri leikararnar. Og hon hevur upplivað hvussu tað er at vinna finalu í Føroyum - við StÍF - og hvussu nógv tað merkir; serliga fyri eitt felag sum ikki hevur vunnið steyp í eina tíð. So hóast hon hevur ein skaða at dragast við, og tað kann ávirka, so merkir man tað ikki eins nógv til ein slíkan dyst.
Soleiðis segði Tormóður Petursson Djurhuus, tá hondbóltsviðmerkjarin í dag tosaði um VÍF og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen. Landsliðsspælarin hjá VÍF spældi í hálvfinalunum móti Neistanum, men Lív er nakað merkt av skaða í hondini í løtuni.
![]()
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og liðfelagarnir kundu fegnast um finalupláss eftir tættar dystir móti Neistanum. Landsliðsspælarin var annars ivasom til dystirnar (Mynd: Jens Kr. Vang)
Sí fleiri myndir frá steypadramatikkinum í Vestmanna her
Lív og hálvfinalutoppskjúttin Fríða Nolsøe Olsen eru álopsprofilarnir hjá VÍF, var niðurstøðan í dag: Hálvfinaluppgerðin millum VÍF og Neistan hjá kvinnum var tann einasta av teimum fýra í síðstu viku, sum samanlagt var spennandi.
Tormóður Djurhuus og Hallur Danielsen vóru í útvarpsstovuni hjá Pæturi Nolsøe í dag. Har settu hoyvíkingarnir orð á hví so var - og hvat teir vænta av finalunum leygarkvøldið.
Báðir tippa tættar dystir - pláss var eisini fyri at flenna eitt sindur.
-------------------------------------------------------------
Finalurnar verða spældar leygardagin 21. januar við Tjarnir:
17.00: Kyndil - VÍF (kvinnur)
20.00: Kyndil - H71 (Menn)
FM1 og Portalurin gera nógv burturúr steypafinalunum. Sending verður aftur á FM1 fríggjadagin klokkan 16 við vitjan frá umboðum frá øllum liðunum, og frásøgn og annað verður á skránni leygarkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald