Fótbóltur

Atli: - Nú skulu vit prógva at vit kunnu

Man kann blíva eitt sindur øvundsjúkur,, tá man sær KÍ í Evropa og eisini flott avrik frá hinum, sigur Atli Gregersen. - Vit hava lært nógv frá Champions League-dystunum, og vit hava ein góðan møguleika móti Linfield.

- Teir spæla ógvuliga beinleiðis og eru sterkir kropsliga. Hava ein málverja ið sparkar langt, og vit skulu vera til reiðar. Um vit spæla dystin í morgin rætt og fáa eitt gott úrslit við til Belfast, so hava vit ein góðan møguleika, sigur Atli Gregersen, sum i morgin skal spæla á Tórsvølli (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Teir spæla ógvuliga beinleiðis og eru sterkir kropsliga. Hava ein málverja ið sparkar langt, og vit skulu vera til reiðar. Um vit spæla dystin í morgin rætt og fáa eitt gott úrslit við til Belfast, so hava vit ein góðan møguleika, sigur Atli Gregersen, sum i morgin skal spæla á Tórsvølli (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-06 20:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann spælir í morgin sín evropeiska dyst nummar 36 í morgin, sambært FaroeSoccer og hetta kann verða seinasti evropeiski heimadysturin hjá Atla Gregersen.

Tað vóna 43-ára gamli verjuspælarin og hinir víkingarnir sjálvandi ikki, og Atli roynir ikki at hugsa um, at endin á tíðini sum fótbóltspælari nærkast.

- Eg hugsi ikki um tað; tað skal ikki fylla. Tað snýr seg um at vit hava eina spennandi uppgávu móti Linfield og ein góðan møguleika.

Atli Gregersen viðurkennir, at nøkur ting ikki sótu nóg væl móti Lincoln Red Imps í Champions League-dystunum, men at man hevur lært nakað av hesum: Eldru sum yngri spælarar. Nú snýr tað seg um norðurírsku meistararnir.

- Teir spæla ógvuliga beinleiðis og eru sterkir kropsliga. Hava ein málverja ið sparkar langt, og vit skulu vera til reiðar. Um vit spæla dystin í morgin rætt og fáa eitt gott úrslit við til Belfast, so hava vit ein góðan møguleika.

Sí eisini: Linfield hevur takið á føroyskum feløgum

Í hesum sambandi nevnir víkingurin fjeppararnir, sum kunnu hava ein týdning. Atli Gregersen heldur eisini, at liðið hevur eitt sindur at prógva.

- Tað er stuttligt at síggja KÍ standa seg so væl í Evropa. HB avrikaði eisini ógvuliga væl móti Brøndby, og tað var fantastiskt at síggja NSÍ í heimadystinum móti HJK. Man verður eisini eitt sindur "sjalu" - eg haldi, at vit hava dygdirnar at standa okkum væl, og tað skulu vit so prógva í morgin.

UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Hósdagin 7. august á Tórsvølli
19.00: Víkingur - Linfield (NLR)

Til ber at keypa atgongumerki her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder