Hondbóltur

- Okkara størsta ynski við venjingardystunum undan endaspølum er at spæla í Føroyum

Høvdu meira ella minni avtalur uppá pláss til hetta, men so broyttist tað, og Noreg bjóðaði til Golden League. Soleiðis greiðir Andrass Thomsen frá, tá vit spyrja hvussu føroyska EM-liðið endaði í krútsterku EM-fyrireikingarkappingini. Leygardagin klokkan 13 er Danmark á skránni.

Rakul Wardum sæst her undir einum dysti við Tjarnir - men málverjin og liðfelagarnir skuldu hesaferð av landinum, í vikuni áðrenn EM byrjar (Mynd: Sverri Egholm)

Rakul Wardum sæst her undir einum dysti við Tjarnir - men málverjin og liðfelagarnir skuldu hesaferð av landinum, í vikuni áðrenn EM byrjar (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-27 17:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað skal ikki vera nøkur loyna, at okkara størsta ynski, nú og framyvir, er at spæla venjingardystirnir beint áðrenn endaspæl í Føroyum. Vit høvdu meira ella minni onkrar avtalur uppá pláss við lond um at koma higar áðrenn EM, men av ymiskum orsøkunum endaðu tey við at draga í land.

Soleiðis svaraði Andrass Thomsen, tá vit í Hondbóltssendingini "7 móti 6" týsdagin spurdu, hví føroysku hondbóltskvinnurnar endaðu í Trondheim hesa vikuna; heldur enn at spæla fyrireikingardystir við Tjarnir, sum vanligt er beint áðrenn endaspøl.

Og hví júst Noreg, heimsins besta lið, og Danmark, sum eisini er í elituni:

- So vóru kanska ikki so øðiliga nógvir møguleikar. Vit høvdu eitt sindur av samskifti við Noreg, og tey endaðu so við at spyrja, um vit høvdu áhuga at koma til Noreg at vera partur Golden League-kappingini. Tað halda vit er øðiliga spennandi, og hetta er nakað, sum vit generelt eru øðiliga áhugaði í: At spæla móti Danmark, Noreg og Hollandi, sum vit so ikki møta hesaferð. Men ein spennandi kapping, og tá vit fáa møguleikan at luttaka í slíkum, so royna vit generelt at taka av, sigur Andrass Thomsen.

Føroyar taptu við 18 málum í gjár, og tað kundi verið meira um man hyggur eftir gongdini í 1. hálvleiki. Áðrenn fráferð til Noreg vísti HSF-stjórin tó á, at man kann fáa nakað burtur úr, og at slíkar sterkar fyrireikingarkappingar hava áhugað: Menninir vóru eisini til Golden League síðsta heyst - gamaní longri áðrenn EM í Oslo.

- Tað vera sjálvandi eisini truplir dystir undir EM. Vit hava jú Frakland í innleiðandi bólkaspælinum. So tað er hjá venjarunum at hyggja eftir, hvørji ting man kann brúka í okkara spæl og fokusera uppá tey tingini í teimum báðum dystunum.

Víst var tó eisini á, at man skal undir summum endaspølum vera leingi avstað saman, so raðfestingin fer ikki at vera at vanliga skula vera leingi saman uttanfyri Føroyar stutt áðrenn.

Lurta eftir allari sendingini her - parturin við Andrassi Thomsen byrjar klokkan 19.50

Sí eisini: Føroyar høvdu ongan kjans móti heimsins sterkasta liði

Føroyar og Danmark spæla í Stjørdals-høllini í morgin, leygardagin 28. november klokkan 13 føroyska tíð. Dysturin sæst á danska TV2 og TV2 Play.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder