Hondbóltur

Óli Mittún og GOG megnaðu ikki at vinna í Barcelona - Hákun West av Teigum lýtaleysur í sigri

Føroyingarnir í Champions League skoraðu fýra mál hvør í kvøld.

Hákun West av Teigum gjørdi sanniliga eisini sítt á høgra vongi. Føroyingurin fekk fýra skot møguleikar, tveir av vonginum og tveir í mótálopi, og hvørjaferð skoraði Hákun - umframt hetta vann hann bóltin einaferð í verjustøðu (Mynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum gjørdi sanniliga eisini sítt á høgra vongi. Føroyingurin fekk fýra skot møguleikar, tveir av vonginum og tveir í mótálopi, og hvørjaferð skoraði Hákun - umframt hetta vann hann bóltin einaferð í verjustøðu (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-26 22:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri dystir í 2. umfari í Champions League-miðumfarinum hevur verið á skránni í kvøld, og tveir føroyingar vóru í leiki.

Óli Mittún og GOG høvdu risauppgávu á útivølli móti Champions League-vinnarunum frá síðsta kappingarárið. Liðið av Fjóni stóð seg tó væl leingi í Katelonia og var á odda ein góðan part av 1. hálvleiki.

Óli Mittún er í gongd við frálíkt kappingarár, og føroyingurin stýrdi eisini spælinum hjá GOG væl. Men fyri steðgin eydnaðist ikki væl hjá hoyvíkinginum at skjóta móti Viktor Gisli Hallgrímsson: Seks skot og eitt mál.

Eftir steðgin var betri hjá Óla Mittún á hesum økinum: Trý skot og trý mál. Men Barcelona ansaði væl eftir føroyingum og fór frá GOG, sum í verjuni ikki megnaði at standa ímóti trýstinum. Móti endanum kostaðu nøkur brend skot og mistøk, serliga frá makkarunum hjá Mittún í bakketuni - Hjalte Lykke og Manuel Zehnder - og so gjørdist munurin sjey mál. 

Sí hæddarpunkt her

Fücshe Berlin tørvaði ein sigur á heimavølli móti Melsungen, og tað eydnaðist eisini at fáa hann í hús. Ein ógvuliga byrjan var við at tryggja hetta, og at Mathias Gidsel var flúgvandi - 14 mál - hjálpti.

Hákun West av Teigum gjørdi sanniliga eisini sítt á høgra vongi. Føroyingurin fekk fýra skot møguleikar, tveir av vonginum og tveir í mótálopi, og hvørjaferð skoraði Hákun móti Nebojsa Simic (Montenegro) ella javngamla Kristof Palasics (Ungarn).

Umframt hetta vann 24-ára gamli føroyingurin ein bólt í verjustøðu, og Fücshe vann við fýra málum.

Talan var um sera týðandi sigur hjá Champions League-silvurvinnarunum tvey tey seinastu árini, tí Fücshe Berlin kom víðari við ongum stigi.

Sí støðunaar í miðumfarsbólkunum her -  liðini hava týðandi dystir í 3. umfari, sum er á skránni í næstu viku.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder