Fótbóltur

- Ótrúliga týdningarmikið við føroyskum fótbóltsdómarum úti í Evropa

Orðini eigur Jóhan Hendrik Ellefsen, dómari, ið saman við hjálpardómarum sínum, Dan Højgaard og Marner Forná Olsen, skal leiða dyst millum Budućnost Podgorica og Dinamo Tbilisi.

Frá vinstru: Dan Højgaard, Jóhan Hendrik Ellefsen, Marner Forná Olsen. (Mynd: Jóhan Hendrik Ellefsen)

Frá vinstru: Dan Højgaard, Jóhan Hendrik Ellefsen, Marner Forná Olsen. (Mynd: Jóhan Hendrik Ellefsen)

2024-10-01 20:30 Author image
Áron Vest
placeholder

Fyri vikum síðani, skrivaðu vit eina grein um Heina Z. Viðoy, ið skuldi leiða dyst í kappingini UEFA Youth League, ið er ein altjóða kapping fyri U19-lið. Hetta er júst sama kapping, sum omanfyrinevnda dómaratoymið skal døma.

Dysturin er millum Budućnost Podgorica úr Montenegro, og Dinamo Tbilisi úr Georgia. Dysturin byrjar klokkan 18:00 og verður spældur á Gradski Stadion leikvøllinum, ið er sami leikvøllur, har KÍ vitjaði Borac Banja Luka í summar.

Portalurin hevur tosað við mannin við floytuni, Jóhan Hendrik Ellefsen.

Hvør er kenslan, nú tit skulu út til altjóða uppgávu?
- Kenslan er góð, tí tað er altíð spennandi at fáa altjóða uppgávur. Hesaferð í Montenegro, sum hevur eina heilt øðrvísi fótbóltsmentan. Tá er upplivingin altíð ta størri, bæði á og uttanfyri vøllin.

Hetta er ein play-off dystur og tann seinni í uppgerðini millum liðini bæði. Tað merkir at dysturin skal avgerast, um tað stendur á jøvnum. Fyrri dysturin endaði 3-2 til Dinamo Tbilisi.

- Hetta gevur dystinum nakað eyka, av tí at nógv er uppá spæl, leggur Jóhan Hendrik afturat.

Eitt sindur truplari fyrireiking
Tað er ongin loyna, at tann fótbóltur, ið verður spældur í UEFA Youth League, millum tvey lið úr ávikavist Montenegro og Georgia, er øðrvísi enn tann fótbóltur, vit eru von við, heima í Føroyum. Hetta ásannar Jóhan Hendrik, sum tó er stálsettur uppá góða fyrireiking.

- Vit royna altíð at seta okkum væl inn í tey liðini sum skulu spæla. Vit royna eftir besta førimuni at kanna eftir hvussu teirra fótbóltur er. Harumframt er tað týdningarmikið at venja væl og eta rætt, umframt at hvíla nógv, tá man nú er avstað, staðfestir Jóhan Hendrik.

- Tað snýr seg í størstan mun um at vera mentalt klárur, og umstilla seg til, at nú er tað ein altjóða uppgáva, sigur leggur FIFA dómarin úr Miðvági afturat.

Føroyar og altjóða døming
Føroyar hava tveir altjóða fótbóltsdómarar (eisini nevnt FIFA-dómarar í dagligari talu), umframt fýra altjóða hjálpardómarar. Jóhan Hendrik Ellefsen er ein av teimum báðum dómarunum. Hann gjørdist FIFA-dómari síðsta ár, ikki langt áðrenn Heini Z. Viðoy eisini fekk tiltikna FIFA-merkið á bringuna.

Millum hjálpardómararnar er 43 ára gamli rituvíkingurin, Dan Højgaard, sum hevur verið FIFA-hjálpardómari síðani 2015. Saman við teimum er 39 ára gamli Marner Forná Olsen, eisini úr Rituvík. Hann hevur dømt í fremstu mansdeildini í føroysku fótbólti í sjey ár, og hevur hann eisini fleiri altjóða upplivingar í skjáttuni. Fjórði dómarin til dystin er Lazar Cadjenovic, ið er úr Montenegro.

Vit skifta orð við Jóhan Hendrik hvat tað hevur at siga, at hava altjóða fótbóltsdómarar í Føroyum.

- Tað er ótrúliga týdningarmikið. Hetta gevur føroyskum dómarum eina eksponering í Evropa, umframt serdeilis virðismiklar royndir. Royndir, sum vit kunnu taka við okkara, tá vit døma her heima.

Tað man krevja nakað heilt serligt, at vera altjóða dómari, ella hvussu?

- Tað krevur heilt vist nakað eyka, at vera altjóða dómari. Man roynir alt hvat man kann, at vera væl fyri. Bæði fysiskt og mental. Tað vilja vit sjálvsagt gera, fyri at klára tey krøv sum UEFA setir, sigur Jóhan Hendrik við Portalin.

Vil vera eitt so gott umboð fyri Føroyar sum møguligt
- Tað krevur eisini nakað eyka av okkum tí tá vit eru avstað, umboða vit Føroyar og vit vilja vera eitt so gott umboð fyri Føroyar sum gjørligt, sigur Jóhan Hendrik Ellefsen at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder