Undan dystinum var ein lítil vón um, at neistakvinnur kundu gera okkurt við sveisisku mótstøðuna.
Í fyrra dystinum, sum var spældur í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið endaði tað við sjeymálstapi hjá Neistanum, men í kvøld gjørdist munurin væl størri.
Heilar 45 ferðir máttu neistakvinnurnar í málið eftir bóltinum, og tær megnaðu einans at skora 23 ferðir móti LK Zug.
Samanlagt tapti Neistin 74-45 móti sveisiska LK Zug og evropeiski hondbólturin fyri teirra viðkomandi er av á hesum sinni.
Dystirnir báðir um vikuskiftið vóru vístir á Portal Play, og omanfyri síggjast nøkur av hæddarpunktunum frá dystinum í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald