Fótbóltur

B36 hevur sett Andreas Patz sum nýggjan høvuðsvenjara

Sum Portalurin skrivaði í gjár, var Patz í Føroyum og samráddist, og í dag er tvey-ára sáttmáli undirskrivaður. 43-ára gamli týskarin hevur millum annað royndir úr fremstu røð í Belgia, 2. Bundesligu og sum greinari á ungarska landsliðnum.

Edvard Heen, formaður í B36, Andreas Patz, nýggi venjarin, og Jákup á Borg, ítróttarstjóri og til fyri kortum: Fyribils høvuðsvenjari (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

Edvard Heen, formaður í B36, Andreas Patz, nýggi venjarin, og Jákup á Borg, ítróttarstjóri og til fyri kortum: Fyribils høvuðsvenjari (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

2026-11-14 20:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Portalurin kundi fríggjakvøldið avdúka, at B36 var í tøttum samráðingum við týskan venjara við spennandi venjararensli.

Talan var um 43-ára gamla Andreas Patz, og okkara keldur søgdu, at tað av álvara nærkaðist einari avtalu. Nú er ein slík komin uppá pláss.

Les eisini: B36 í samráðingum við nýggjan útlendskan venjara

B36 hevur í kvøld, sama kvøld sum ársveitsla felagsins er, avdúka, at ein tvey-ára sáttmáli er gjørdur. Harvið skal Andreas Patz á pappírinum stjórnað besta mansliðnum hjá B36 í 2027 og 2028.

Jákup Martin Joensen byrjaði júst farna kappingarár í sessinum. Í steðginum tók ítróttrstjórin Jákup á Borg við sum fyribils venjari. Nú hevur hann verið við at sett nýggja mannin.

Spenanndi royndir á høgum stigi í viðførinum - skal fáa B36 á eitt hægri stig

Uppgávan man vera at fáa evropeiskar dystir til B36 aftur. Nú er liðið endað á 5. plássið trý ár á rað.

Harafturat skulu spælarar setast við, og Andreas Patz hevur fjølbroyttar royndir í venjarayrkinum, sum Fótbóltsfelagið B36 eisini vísir á, á síðu sínari:

- Undan summarsteðginum í ár var hann hjálparvenjari í belgiska Anderlecht. Í fjør var hann venjari í SSV Jahn Regensburg, sum tá spældi í Bundesliga 2, ið er næstbesta deildin í Týsklandi.

Hann hevur eisini royndir sum hjálparvenjari í belgiska Cercle Brugge, høvuðsvenjari í týska Carl Zeiss Jena og sum greinari á ungarska landsliðnum.

[object Object]Patz í Regensburg sum venjari. Liðið spældi í næstbestu týsku deildini

Í stuttari viðmerking sigur týski høvuðsvenjarin hjá B36: 

- Eg eri sera errin av at gerast partur av B36-familjuni, og saman fara vit undir ein nýggjan kapittul í søgu felagsins.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder