Hondbóltur

- Skulu hava støðufesti - eisini eftir EM

Ungdómsarbeiði skal mennast uppaftur meira, og vit skulu halda kvinnum til og vónandi fáa fleiri á uppaftur hægri stig at spæla, sigur Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóri í HSF.

- Stabilitetur er lykaorðið. Vit eru sjálvandi ógvuliga fegin um endaspælsplássið, men tað snúði seg ikki um tað. Støðufesti hevur verið nakað, sum hevur verið eftirlýst kring A-landsliðið hjá kvinnum í nøkur ár. (Mynd: Sverri Egholm)

- Stabilitetur er lykaorðið. Vit eru sjálvandi ógvuliga fegin um endaspælsplássið, men tað snúði seg ikki um tað. Støðufesti hevur verið nakað, sum hevur verið eftirlýst kring A-landsliðið hjá kvinnum í nøkur ár. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-18 14:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Stabilitetur er lyklaorðið. Vit eru sjálvandi ógvuliga fegin um endaspælsplássið, men tað snúði seg ikki um tað. Støðufesti hevur verið nakað, sum hevur verið eftirlýst kring A-landsliðið hjá kvinnum í nøkur ár. Nú føla vit, at tað veruliga byrjar at líkjast, men tað er langur vegur enn.

Orðini eigur Mark Lausen-Marcher. Ítróttarstjórin í Hondbóltssambandi Føroya hevur fingið reflektera eitt sindur, eftir at EM-plássið kom í hús fyri ellivu døgum síðani.

HSF hevði sæð møguleikan, tá EHF valdi at koyra talið av luttakandi liðum upp til 24 undan hesi undankappingini, men at tað skuldi henda í 2024 var ikki beinleiðis eitt mál, sum tað var á manssíðuni. Hetta EM-plássið fingu Føroyar við tí uttasta av neglunum. Meira skal til fyri veruliga at flyta seg longur fram á leið, staðfestir Mark Lausen-Marcher: 

- Um vit hyggja longur fram, so skal ungdómsarbeiði fyri gentur gerast meira miðvíst, og vit skulu gerast betri at vegleiða spælarum um, hvussu man kann flyta seg og "spæla rætt" - bæði úti í feløgunum og hjá HSF. So skulu vit eisini halda spælarum betri til og fáa fleiri spælarar á hægri stig at spæla.

[object Object]
Claus Mogensen varð settur sum landsliðsvenjari í fjør. Hann er royndur og vil standa fyri støðufesti og menning - afturat sær hevur hann Simon Olsen (aftanfyri til vinstru), sum kennir føroyskan hondbólt væl eftir nøkur ár í H71 (Mynd: Sverri Egholm)

Tað síðsta snýr seg sjálvandi nógv um spælaran og persónligar avgerðir. Ítróttarstjórin slær tó fast, at Hondbóltssambandið hjálpir við hesum, og at man er betri til tað nú eftir ymiskar royndir: At vera við til at finna hóskandi stig, góðir møguleikar fyri spælitíð og góð umhvørvi fyri spælararnir sum fara uttanlands og sum eisini møguliga skifta felag uttanfyri landoddarnar.

Har er landsliðsvenjarin Claus Mogensen ein fongur, staðfestir Mark Lausen-Marcher. Royndi danski venjarin hevur nógvar kontaktir og kennir hondbóltsumhvørvi í millum annað Danmark heilt væl. Tað at hann og Simon Olsen vórðu settir sum venjarar skal eisini virka til at skapa støðufesti og røttu menningina - áðrenn teir komu í fjør hevði kvinnulandsliðið havt heilt nógvar venjarar uppá stutta tíð.

Fleiri venjingar og venjingardystir

Hvussu so í mun til tíðini fram til EM-endaspælið, sum byrjar um beint yvir sjey mánaðir. Hvat skal dentur leggjast á í fyrireikingunum, spyrja vit Mark Lausen-Marcher.

- Vit skulu nú inn beinanvegin at "optimera" í mun til serliga styrkivenjing. Her er tað millum annað í samskifti við fólk í feløgum, og HSF hjálpir sjálavndi eisini við hesum. Eyka arbeiði innan tað sinnisliga verður eisini, og so fara vit helst longu at síggja onkrar skifta til hægri stig í summar.

Altjóða kalendarin hja EHF vísir, at kvinnulandsliðini savnast í juni, september og oktober og so beint áðrenn EM. Harvið er fitt av tíð hjá toyminum og HSF at arbeiða.

- Í summar verða venjingar við einum rímiliga stórum hópi. Í september ella oktober koma venjingardystir helst at fylla nógv, meðan nógvar venjingar við einum bruttohópi vera hin mánaðan, sigur Mark Lausen-Marcher.

[object Object]
Hesar skulu venja nógv upp til EM og framyvir - í styrkishølunum og saman á hallargólvinum. Aðrar fara at leggjast afturat bruttohópinum (Mynd: Sverri Egholm)

Stutt áðrenn EM - í november - vera helst tvey heimadystir móti Finnlandi sum fyrireiking. Hetta er sum so komið uppá pláss. Góðar royndir vórðu gjørdar við hesum hjá monnunum, sum høvdu tveir hemadystir móti Belgia áðrenn EM við nógvum áskoðarum. Í slíkum førum sleppa spælarar eisini at vera nógv heima áðrenn sjálvt endaspæli.

Í mun til lutakastið og sjálvt EM, sigur Mark-Lausen Marcher at enda soleiðis við Portalin:

- Havi tað altíð so við einum lutakasti, at tað fær man ikki stýrt kortini, so hugsa ikki so nógv um tað í HSF. Praktiskt kundi tað verið fínt at sloppið undan at spælt í Ungarn, men ikki nakað stórt ynski hesum viðvíkjandi. Vit vita, at tað verður torført til endaspælið, men um øll - í hópinum og rundanum - geva nakað eyka næstu tíðina og til dystirnar, so kunnu vit avrika væl. Føroyar vilja sjálvandi gjarna vísa seg væl fram, og hetta verður eisini ein sýnisgluggi hjá spælarunum staðfestir ítróttarstjórin.

Sí eisini: 
Claus Mogensen: Hevði verið stuttligt at fingið eina vertstjóð
Súna vil spæla móti Íslandi aftur
Nógvir ymiskir møguleikar í Wien

Lutakastið byrjar klokkan 17 føroyska tíð. Kringvarpið sendir frá klokkan 16.45. Til ber eisini at stroyma á Youtube-síðuni hjá EHF. Portalurin fylgir gongdini tætt við millum annað einum beinleiðis bloggi, sum verður á forsíðuni frá nakað áðrenn lutakastið byrjar. Eisini eru vit til staðar í Føroya Banka og fáa viðmerkingar frá spælarum og umboðum frá HSF.

Styrkisbólkarnir til lutakastið til EM 2024:

Bólkur 1: Noreg, Danmark, Montenegro, Frakland, Svøríki og Niðurlond

Bólkur 2: Týskland, Spania, Rumenia, Ungarn, Sveis og Eysturríki

Bólkur 3: Slovenia, Kroatia, Pólland, Serbia, Norðurmakedónia, Ísland

Pottur 4: Kekkia, Ukraina, Turkaland, Føroyar, Portugal, Slovakia


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder