- Moldova er í stórari menning. Vit hava stutta tíð at fyrireika okkum hendan dystin, men tað gera vit so nú
Soleiðis byrjaði Odmar Færø tíðindafundin á Tórsvølli fyri løtu síðani. Royndi KÍ-spælarin greiddi frá á flótandi enskum, áðrenn Håkan Ericson tók saman um dystin í Póllandi, sum toymi hevði viðgjørt á video:
- Vit gera nógv rætt og eru væl nøgdir við 65-70 teir fyrstu minuttirnar. Tað er eitt sindur av óhepni í støðuni við brotstssparkinum, har bólturin kemur í armin á Odmari. Tó er tað eingin ivi um, at vit skapa ov lítið av málmøguleikum og støðum. Tað er skjótt at telja tær, og har skulu við skerpa okkum.
![]()
Hans Erik Danielsen, miðlaovasti, saman við Håkani Ericson og Odmari Færø, ið settu orð á serliga uppgávuna í morgin (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)![]()
Odmar Færø tosaði millum annað um moldoviska sjálvsálitið og eisini um góðu fyritreytirnar at koma fyri seg fysisikt (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)
Um Moldova segði landsliðsvenjarin, at liðið hevur ymiskt sum gongur teirra veg í løtuni, og at spælararnir koma her við nógvum sjálvsáliti. Júst tað kann merkja nógv, staðfestir Odmar:
- Síðani dystin móti okkum í mars hava teir avgjørt fingið sjálvsálit við teirra úrslitum við millum annað stigum móti Kekkia og Pólland. Tá ellivu spælarar hava sjálvsálit, so ger tað veruliga mun, sigur 33-ára gamli miðverjin við 53 A-landsdystum.
Hvussu eru teir sterkari nú, í mun til tá Føroyar áður hava spælt móti Moldova?
- Teir hava nakrar nýggir spælarar, men so eru teir eisini meira kompaktir og betri skipaðir defensivt í mun til serliga fyri tveimum árum síðani. Moldova gevur ikki so nógv pláss vekk og verjir brotsteigin betri. So hevur liðið eisini vandamiklar og effektivar álopskendar spælarar.
Les eisini:
Eri ósigraðir móti Moldova
Ein nýggj øðrvísi avbjóðing
Soleiðis svaraði Håkan Ericson spurninginum hjá Portalin. 63-ára gamli sviin setti soleiðis orð á vantaðu og ætlaðu dystarmyndina á Tórsvølli í morgin:
- Vit fara at hava bóltin meira í morgin, og tað vilja vit gjarna. Vit vilja helst ikki, at tað skal líkjast Pólland dystinum fast, sum fleiri annars seta í samband við Føroyar. Skulu stýra spælinum meira við bóltinum í morgin í mun til Pólland og í fyrra hálvleiki í Moldova í mars. Samstundis skulu vit ansa eftir umstillingum, har Moldova er vandamikið.
Føroyska liðið hevur júst vant á Tórsvølli. Í annaðkvøld skulu Føroyar stríðast við Moldova um stig í tí, sum allarhelst verður ein tættur dystur.![]()
Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir![]()
Miðlaovastin Hans Erik Danielsen (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)
EM-undankappingarbólkur E
Í morgin, sunnudagin 10. september
17.00: Føroyar - Moldova
Atgongumerki kunnu fáast her
Støðan eftir fýra umfør:
Kekkia 8 stig
Albania 7 stig
Pólland 6 stig
Moldova 5 stig
Føroyar 1 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald