Hóskvøldið 6. november tapti Ikast heili 23-36 á heimavølli fyri Team Esbjerg í fremstu donsku deildini. Hetta varð síðsti seymurin í kistini hjá Søren Hansen, sum fekk sekkin eini 10 minuttir eftir dystarlok.
Sí eisini: Drama í Danmark: Føroyski landsliðsvenjarin fyribils høvuðsvenjari hjá Ikas
Claus Mogensen, sum hevur verð hjálparvenjari hjá Ikast megnpartin av 2025, tók við sum høvuðsvenjari. Síðani hevur landsliðsvenjarin hjá Føroyum leitt danska liðið til tveir lyklasigrar móti kroatiska Podravka í Champions League-bólkaspælinum.
Tað eydnaðist tó ikki Claus Mogensen og teimum at koppa Janu Mittún og Viborg í síðsta umfarinum í landskappingini undan HM-steðginum. Nú skal royndi danski venjarin hugsavna seg um at fáa tað besta burturúr Janu Mittún og hinum hjá Føroyum; hann heldur ikki at støðan í Ikast hevur órógvað serliga nógv hesum viðvíkjandi.
- Eg haldi ikki, at tað hevur órógvað, at eg eri vorðin høvuðsvenjari har brádliga. Eg hevði rættliga stóra ábyrgd í Ikast frammanundan, og eg havi staðið í støðuni fyrr. Tað var bara tað, at eg skuldi nýta meira tíð uppá tingini - nakað av eyka arbeiði men ikki so trupult at venja seg við.
Hetta segði Claus Mogensen við FM1 og Portalin í sambandi við landsliðsvenjing hóskvøldið. Sum venjarin vísir á, so hevur hann áður verið bæði høvuðsvenjari hjá felagið í bestu donsku deildini og hjá Føroyum samstundis. Hetta vóru fyrstu 18 mánaðinar, hann var í starvi hjá Hondbóltssamband Føroya (juni 2023-desember 2024). Tá var Claus Mogensen eisini høvuðsvenjari hjá Horsens Elite, har Maria Pálsdóttir Nólsoy spælir.
![]()
Annað árið á rað hava Claus Mogensen, Simon Olsen og spælarar teirra eitt endaspæl á skránni - tað er ikki vist enn, hvønn venjaraleiklut Claus Mogensen fer at hava í Danmark eftir endaspælið (Mynd: Sverri Egholm)
Hóast tað ikki er endaliga greitt enn, um Claus Mogensen heldur fram í Ikast eftir HM - og um verður sum hjálparvenjari ella høvuðsvenjari - so er greitt, at hann og Simon Olsen sum útgangspunkt hava ábyrgd av føroyska kvinnulandsliðnum næstu stóru tvey árini afturat. Og til HM snýr tað seg um at fara eftir toppavrikum og at byggja uppá, sigur venjarin.
- Vit tosa ikki bert um úrslit og gera niðurstøður eftir. Vit hyggja eftir, hvussu vit avrika best gjørligt. Og um vit gera tað, so koma stigini eisini - eisini móti á pappírnum sterkarki tjóðum.
Claus Mogensen viðurkennir, at tað kann verða tungt móti Montenegro og Spania í Týsklandi - serliga í mun tl strikuspæli hjá hesum liðunum - men at møguleikar eru, og at Paraguay er besti møguleikin fyri stigum.
Til venjingardystin móti Íslandi við Tjarnir í kvøld, fer høvuðsvenjarin at hyggja lítið eftir úrslitinum, men meira eftir hvat spælarar kunnu koma við í ymiskum samansetingum.-
- Ætlanin er at brúka allan hópin og at síggja í dystarstøðum, hvussu vit kunnu brúka dygdirnar hjá ymsku spælarunum - eisini teimum sum vanliga ikki spæla so nógv, staðfestir landsliðsvenjarin fyri Pæturi Nolsøe.
Hoyr alla samrøðuna her: - Vt fara eftir toppavrikum til HM
FM1 sendir beinleiðis í kvøld við upptakt frá klokkan 18.30 Á Portalinum verður beinleiðis bloggur, við myndum og teksti, og aftaná taka vit saman um við tí og við samrøðum á báðum pallum
Sí eisini: Stór upphiting undan HM-undankappingardystinum
HM-fyrireikingardystur
Leygardagin 22. november
19.00: Føroyar - Ísland
Fylg við á FM1 og á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald