Hondbóltur

- Tað snúði seg um at halda høvdið kalt og at hanga leingi

Óla Jákup Gaard Olsen var tryggur av vonginum, tá hann kom inn við seks málum. Hjalti Mohr Jacobsen rósar liði sínum, fyri hvussu føroyska liðið stillaði seg inn gjøgnum dystin. Nú hyggja teir uppá Ísland.

Næstbesti føroyski málskjúttin í dag, Óla Jákup Gaard Olsen, var sum heild ísakaldur, tá hann kom inn til 1. umfar í HM-bólkaspælinum. - Vit høvdu ikki nógv videotilfar, men vit høvdu fyrireikað okkum væl uppá tað, sum vit sóu. Síðani snúði tað seg nógv um at taka egnu dygdirnar inn í dystin (Mynd: IHF/Kolektiff)

Næstbesti føroyski málskjúttin í dag, Óla Jákup Gaard Olsen, var sum heild ísakaldur, tá hann kom inn til 1. umfar í HM-bólkaspælinum. - Vit høvdu ikki nógv videotilfar, men vit høvdu fyrireikað okkum væl uppá tað, sum vit sóu. Síðani snúði tað seg nógv um at taka egnu dygdirnar inn í dystin (Mynd: IHF/Kolektiff)

2025-06-18 19:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): - Tað kendist nátúrligt, og tað kendist væl á vøllinum í dag. Sjálvandi var tað ein stórur og góður málverji, sum man skuldi skjóta ímóti, men um ein bíðaði nóg leingi, so burdi man skorað.

Hetta gjørdi Óla Jákup Gaard Olsen eisini móti Norðurmakedónia í dag. Eftir at Niklas Gaard hevði trupulleikar av stóra og stinna Ivan Galevski í málinum hjá mótsstøðuliðnum tíðliga í dystinum, kom vestmenningurin inn. Hann kann bæði spæla bakkur og vongur, og í fyrsta U21 HM-dystinum tók Óla Jákup av. Lámi spælarin skeyt sjey ferðir og skoraði seks av teimum - sannførandi.

- Tað snúði seg um at halda høvdið kalt og hanga leingi, tá man fekk skotmøguleikarnar, staðfesti ein fegin Óla Jákup fyri Portalinum eftir 33-28 sigurin seinnapartin.

Sí eisini: Óli og Torstein stórfegnast um tvey stig. - Nú snýr tað seg um ísbað og annað

Les meira um dystin her: Føroyska ferðin og snildni sigraði á norðurmakedónska fysikkinum

Annar av venjarunum hjá 20-ára gamla vonginum dró millum annað júst Óla Jákup Gaard Olsen og skottryggleika fram, tá hann setti orð á, hví tingini koppaðu til Føroyar sum fráleið:

- Í 2. hálvleiki fáa vit betur fatur á teirra innspølum til strikuna. Tað spældi Norðurmakedónia nógv uppá - tað vistu vit eisini áðrenn. Haldi vit skapa góðar málmøguleikar. Eftir steðgin skora vit betri uppá teir: Rókur Ziskason er millum annað ógvuliga tryggur á strikuni saman við Ísaki, og Óla Jákup kom inn á vongin og skoraði væl í dag, staðfestir Hjalti Mohr Jacobsen.

Eftir suverena Óla Mittún, sum skeyt heili 15 mál, var Óla Jákup Gaard Olsen besti føroyski málskjútti við seks málum.

[object Object]
Her halda norðurmakedónar í Óla Mittún, men tað var teimum nærum ógjørligt at gera lógliga. Ein fragd at síggja unga mannin spæla hondbólt - serliga um man er føroyingur.

Ymiskar avbjóðingar

Hjalti Mohr Jacobsen heldur, at Føroyar høvdu trupult við at loysa ymiskar støður í dystinum í dag. Tó er venjarin fegin um, at Føroyar so líðandi fingu tamarhald á ymisku pørtunum av spælinum.

Men hvussu upplivdi ein av spælarunum fyrsta bólkaspælsdystin og Norðurmaekdónia sum mótsstøðulið?

- Hetta var umleið tað, sum Balkan-lið koma við: Stórari kropsligari styrki, góðum skjúttum og einum góðum málverja. Líknandi hava vit upplivað við til dømis Serbia áður. Vit høvdu ikki nógv videotilfar, men vit høvdu fyrireikað okkum væl uppá tað, sum var at síggja. Síðani snúði tað seg nógv um at taka egnu dygdirnar inn í dystin, sigur Óla Jákup Gaard Olsen við Portalin í Póllandi.

[object Object]
Óla Jákup Gaard Olsen til HM-endaspælið fyri U19-landslið fyri tveimum árum síðani. Hann kann bæði spæla bakkur og vongur - spurningurin er, um vestmenningurin spælur í Føroyum ella aðrastaðni eftir summarsteðgin (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Kunnu so at siga tryggja víðari luttøku móti kendari mótsstøðu - vilja meira

Tað er stutt millum dystirnar til slík endaspøl. Frá seinasta bríksli móti Norðurmakedónia til fyrsta bríksl móti Íslandi eru bert umleið tjúgu tímar: Tað verður klokkan 10.45 í morgin.

Hetta merkir, sum Óli Mittún segði fyrr í dag: Ísbað, at eta væl og restituera nógv. Hetta tók venjari hansara á U21 og hjálparvenjarin á A-landsliðnum fult undir undir við.

- Tað er trupult. Menn eru ikki vanir við, at tað er so tætt millum dystirnar, tá man verður so mikið vaksin. Tað snýr seg um at takkla tað rætt nú: Millum annað fáa ís á og restituera.

[object Object]
Hjalti Mohr Jacobsen hevur her orðið - og nevnan nakað á lofti - í sambandi við eitt leikbrá. Hann og Djóni Gaard Joensen hava vant hesar árgangirnar allan vegin (Mynd: IHF/Kolektiff)

Føroyar hava ein sigur við í viðførinum, meðan Ísland er eitt sindur kroyst eftir fýra-máls tapið móti Rumenia í dag. Óla Jákup Gaard Olsen staðfestir, at Føroyar av øllum alvi skulu royna at tryggja plássið í meginumfarinum í morgin - og at man fer eftir at vinna bólkin.

- Í mun til okkum, so kemur Ísland við ongum stigi. Íslendingar fara at koma við øllum, sum teir hava. Tað fara vit tó eisini, og vit skulu bara royna at tryggja okkum plássið víðari so skjótt sum gjørligt. Og uppaftur betri er, um tað eydnast at fáa fult stigatal í bólkinum - so fær man so nógv stig víðari sum gjørligt.

Eftir dystin tosaði Hjalti Mohr Jacobsen ikki um stig við sær víðari til meginumfari, men annar av landsliðsvenjarunum staðfesti, at tað var ein ógvuliga týðandi sigur á Norðurmakedónia; serliga kann tað hava týdning at vinna við fimm málum, um talan verður um ymiskan innahýsis rokniskap.

Føroyar og Ísland spæla í morgin, hósdagin 19. juni klokkan 10.45 føroyska tíð. 
IHF fer í morgin at gera eina roynd at stroyma á ordiligan hátt - dysturin sæst eftir ætlan her. Annars verður Portalurin aftur í høllini í Katowice og fylgir tingunum tætt.

-------------------------

U21 HM 2025 - bólkur F, 1. umfar
Mikudagin 18. juni, Arena Katowice
Føroyar - Norðurmakedónia 33-28 (16-15)

Dystargongdin
5 min: 2-3
10 min: 5-6
15 min: 8-8
20 min: 11-10
25 min: 13-13
30 min: 16-15
35 min: 18-15
40 min: 21-19
45 min: 23-20
50 min: 27-24
55 min: 30-25
60 min: 33-28

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 15 (9 upplegg)
Óla Jákup Gaard Olsen 6
Rókur Ziskason 4
Ísak Vedelsbøl 4
Høgni Heinason 2
Trúgvi Hávardsson 1
Høgni Højsted 1

Bjargingar: 
Torstein Sivertsen 11 (37 prosent) - eitt brotskast
Aleksandar Sasha Lacok 5 - tvey brotskøst

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder