Hondbóltur

- Tit eru sum gladiatorarnir í forðum

Landsstýrismaðurin við mentamálum bar fram mergjaða heilsan til hondboltskvinnurnar á samkomu í Trier seinnapartin. Sí myndir.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-27 18:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Einaferð í tíðini var eitt rómverskt amfiteatur í Trier í núverandi Týsklandi, har gladiatorar vórðu sendir út á vøllin at berjast móti villini djórum. Nú er eru tað tit, sum verða sendar á vøllin at berjast. Men tit gera tað við einum smíli, tað er nokk munurin millum tykkum og gladiatorarnar í fornum tíðum.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður við mentamálum í nakrar dagar afturat, tók tey stóru orðini fram, tá hann í dag bar fram eina heilsan frá almennu Føroyum til føroysku hondbóltsgenturnar í Trier.

Orðini fullu á eini samkomu, sum Hondbóltssamband Føroya seinnapartin skipaði fyri á leikarahotellinum fyri stuðlum og øðrum, sum eru til staðar í Trier.

--

[object Object]

FM1 sendir beinleiðis úr Trier hvønn dag klokkan 11 til 12. Hoyr triðja part her

--

Landsstýrismaðurin vísti á hvussu stórar fyrimyndir hesar kvinnur eru. Ikki bert fyri at vera fyrstu føroyingarnir, ið hava spælt seg til eitt HM-endaspæl, men eisini fyri at vera fyrimyndir fyri onnur – fyri komandi ættarlið av kvinnuligum hondbóltsspælarum.

- Tit stríðast fyri liðnum og felagsskapinum. Tit bera okkum dreymar um, at alt ber til. Allar Føroyar liggja stillar meðan tit spæla, og vit fegnast øll yvir hvørt mál tit skjóta og hvørja bjarging tit gera á vøllinum.

- Vit síggja, at tit eru ernar av at umboða Føroyar og tit skulu vita, at Føroyar eru eisini ernar av tykkum.

- Tit bera Føroyar út í heim við einum smíli á varrunum, sum gladiatorarnir í forðum høvdu øvunda tykkum, segði Eirikur í Jákupsstovu millum annað.

Sí myndir frá tiltakinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder