
- Eg var nokso bangin áðrenn dystin, men tað var okay gjøgnum dystin.
Rókur Ziskason fekk eitt strekk ella okkurt líkandi í dystinum í gjár, so hann skuldi veruliga í gongd í dag.
Sterki H71'arin hevði tað trupult saman við hinum í verjupartinum. Tað viðurkennir hann beinanvegin.
- Vit hava nógv, sum vit skulu hyggja eftir hendan dystin. Serliga í verjupartinum har íslendingar sleppa alt ov lætt til skot.
Sum heild var Rókur ikki heilt glaður, tá Portalurin fekk orð á hann á veg út í spælarabussin. Millum annað um hvussu Føroyar spældu dystin í 2. hálvleik.
Tó kunnu hann og liðfelagarnir fegnast um, at tað eydnast at fáa eitt stig.
- Tað merkir, at vit kunnu avgerða alt sjálvir í hesum bólkinum.
Rókur Ziskason var ikki í serliga stórum iva, tá Óli Mittún skuldi taka brotskastið, sum nummar 78 sjálvur fekk í dramatisku seinastu sekundunum. Hoyr hann seta orð á tað fyrst í brotinum ovast.
Sí eisini: Føroyar bjargaðu einum týðandi stigi í seinasta sekundi
-------------------------------------------------------------
U21 HM 2025 - bólkur F, 2. umfar
Mikudagin 18. juni, Arena Katowice
Føroyar - Ísland 35-35 (21-19)
(13.00: Norðurmakedónia - Rumenia)
Støðan
1. Føroyar 3 stig
2. Rumenia 2 stig *
3. Ísland 1 stig
4. Norðurmakedónia 0 stig*
* Ein dyst færri
Tvey lið koma víðari úr bólkinum til meginumfarið
Dystargongdin
5 min: 4-4
10 min: 8-7
15 min: 13-10
20 min: 16-13
25 min: 19-15
30 min: 21-19
35 min: 23-22
40 min: 27-24
45 min: 29-27
50 min: 32-29
55 min: 32-32
60 min: 35-35
Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún 11 (4)
Ísak Vedelsbøl 10 (3)
Trúgvi Hávardsson 4
Høgni Heinason 4
Høgni Højsted 2
Rókur Ziskason 1
Óla Jákup Gaard Olsen 1
Búi Poulsen 1
Rói Hjaltason Seyer 1
Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lačok: 3
Torstein Sivertsen: 3
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald