Fyrr í dag tóku Ingi Samuelsen og Pætur Nolsøe pulsin í Trier á søguliga HM-dystardegnum.
Millum annað tosaðu teir við spentar fjepparar.
Sí eisini: Abbi at tveimum leikarum: Royni ikki at vera alt ov spentur
Ein teirra var Jóngerð Martinsdóttir Nielsen, sum er til sítt triðja vaksnamannaendaspæl á rað.
Hon var í Berlin sum liðleiðari og vøddaviðgeri hjá føroyska manslandsliðnum, seinni í 2024 var Jóngerð í Basel sum ein teimum mongu hundrað fjepparunum, og soleiðis er eisini hesaferð.
- Tað er nakað serligt at vera til. Sjálvandi er tað ymiskt, tá man er partur av einum hópi og toymi, men bæði eru stuttligt, staðfesti Jóngerð Nielsen fyri FM1.
![]()
Saman við millum annað beiggjanum Rúna Djurhuus (mitt í) var Jóngerð Nielsen við at ganga á odda millum føroysku fjeppararnar til EM-endaspælið í Sveis fyri einum ári síðani (Mynd: Sverri Egholm)
Jóngerð var leingi virkin í VÍF eisini (Mynd: Sverri Egholm)
Hon var eisini púra greið um leiklutin hjá føroysku fjepparunum: Á áskoðaraplássinum geva tey spælarunum nógv.
- Hesar kvinnurnar hava lagt so nógvar tímar og orku í hondbóltin, og vit skylda teimum at bakka upp og vísa okkara stuðul. Vit fjepparar kunnu geva spælarunum eyka kilometrar og orku, og tað hevur man sæð til onnur endaspøl, staðfestir Jóngerð Nielsen í Trier.
Har spæla Føroyar í kvøld sín fyrsta HM-endaspælsdyst í vaksnamannahondbólti. Dysturin móti Montenegro byrjar klokkan 19.30 føroyska tíð og til ber at fylgja við á FM1 og Portalinum.
Hoyr undansedingina frá fyrr í dag her - prátið við Jóngerð Martinsdóttir Nielsen hoyrist í seinnapartinum í sendingini
Føroysku fjeppararnir fara at hita upp í høllini áðrenn
Beinleiðis undansending frá føroysku upphitingini verður á FM1 frá klokkan 18.00 føroyska tíð.
Beinleiðis bloggur fer at koyra á Portalinum, og eftir dystin verða samrøður og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald