Hondbóltur

- Vit lærdu nógv av dystinum í dag

Hóast stórtap móti Danmark í Skjern er nógv jaligt, sum landsliðið kann taka við sær til komandi dystir.

Sonni Larsen, landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

Sonni Larsen, landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-27 17:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Ja, tað er nógv at tapa við 18 málum, men vit skulu minnast til, at hetta vóru olympisku meistararnir vit møttu – eitt av heimsins allarbestu liðum. Vit hava lært nógv í dag.

Soleiðis tekur Sonni Larsen, føroyskur landsvenjari, samanum eftir 35-17 dystin á ’heimavøllinum’ í Skjern.

Veruleikin er tann, at føroyska liðið gjørdist eitt sindur ov ágrýtin í øðrum hálvleiki, og hetta kundu danir snildisliga gera sær dælt av og fingu teirra kontraspæl, serliga at rigga.

- Montenegro-dysturin hjá okkum hevði lært danir, hvussu teir skuldu taka ímóti okkum, og tað gjørdu teir væl. Tað var serliga tann kontanta verjan og góða málmansspælið, sum vit fingu trupulleikar við, sigur Sonni Larsen, sum tó eisini kundi fegnast um, at tað vóru nakrar avtalaðar skipanir, sum føroyingar fingu at rigga.

Føroysku spælararnir merktu eisini, at tað var á ’heimavølli’ teir spældu.

- Uppbakningurin var fantastiskur og hevði ómetaliga nógv at týða fyri okkara leikarar. Um tað verður soleiðis hvørja ferð, so hevði tað verið veldugt, segði Sonni Larsen eftir dystin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder