Fyrsti dysturin í 24. umfari og fyrsti dysturin eftir langa landsliðssteðgin kundi av álvara skilmarka botnstríðið - og tað gjørdi hann eisini.
B68 er á veg niður, meðan stríðið um at sleppa undan 9. plássið er gróthart. Eftir 3-0 sigurin hjá 07 Vestur í kvøld er hetta uppaftur tættari; nærum óhugnaliga tætt.
EB/Streymur vann á B36 og B68 beint undan landsliðssteðginum og kundi tryggjað sær sæti í Meistaradeildini 2027 við sigri í kvøld. Útiliðið var uttan millum annað Laurits Nørby, Virgar Jónsson og Gest Bogason Dam, og longu eftir átta minuttir noyddist Óli Eyðsteinsson Poulsen skaddur av vølli.
Samanlagt fekk EB/Streymur tað ikki í nóg stóran mun at hanga saman, meðan tað - serliga seinasta tíman - var talan um sterkt avrik hjá heimaliðnum.
Eftir hálvan tíma legði Høgni Nielsen 07 Vestur á odda, og liðið hjá Tór-Ingar Akselsen kom eisini brestandi út eftir steðgin: Tað var 3-0 eftir 57 minuttir, og Casper Gedsted Hansen var íblandaður í báðum málunum í 2. hálvleiki. Kviki danin gav EB/Streymi høvuðbrýggj, og tað kom ikki spenningur í dystin aftur.
Talan er um ein sigur, sum kann fáa risastóran týdning fyri 07 Vestur. Við hesum er heimaliðið nú bert eitt stig frá Skála og niðurflytingarstrikuni.
AB og EB/Streymur eru heldur ikki sloppin enn - 07 Vestur skal til Argir í seinasta umfari og hevur møguliga niðurflutta B68 á heimavølli í næstseinasta umfarið.
Tað eru nú bert fýra stig frá 07 Vestur (nummar níggju) upp til EB/Streym (nummar seks). EB/Streymur tekur ímóti Skála í seinasta umfarið, men vil sjálvandi royna at avgreiða tingini áðrenn - HB og síðani Víkingur á skránni.
Hetta kann so at siga bert gerast ein sannur gysari.
-----------------------------------------------------------
Meistaradeildin 24. umfar
Í dag, leygardagin 10. oktober
07 Vestur - EB/Streymur 3-0 (1-0)
30' Høgni Egilstoft Nielsen 1-0
48' Jasper van der Heyden 2-0
58' Casper Gedsted Hansen 3-0
Meira um dystin her
![]()
Í morgin, Sunnudagin 11. oktober
15.00:
HB - KÍ (FM1)
Skála - NSÍ (FM1)
Fótbóltsskýlið: Skála í lyklaleikluti
17.15:
AB - B36 (FM1)
B68 - Víkingur
Tikið verður samanum í 3. hálvleiki á FM1 klokkan 19.30 sunnukvøldið - til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á Portalinum
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald