Fótbóltur

1. deild: Avgerðin fellur í kvøld

KÍ skal hava eitt stig fyri at vinna deildina. Skála, B36 og HB eru íblandaði í ein niðurflytingargysara.

Darius Lewis hevur skorað 13 mál í 13 dystum fyri KÍ í ár. Amerikumaðurin kann fáa ein avgerandi leiklut í sínum seinasta dysti fyri KÍ í kvøld - Víkingur skal royna at yvirhála KÍ og fáa gullið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Darius Lewis hevur skorað 13 mál í 13 dystum fyri KÍ í ár. Amerikumaðurin kann fáa ein avgerandi leiklut í sínum seinasta dysti fyri KÍ í kvøld - Víkingur skal royna at yvirhála KÍ og fáa gullið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-25 15:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesari vikuni hevur sera nógv fokus verið á FM-finaluna, ið verður í Gundadali í morgin klokkan 15.00, tá B36 og KÍ skulud dystast um gullið.

Í 1. deild er eisini ein spennandi endi fyri framman - bæði í oddinum og í botninum. Tað var sera tætt við, at avgerðin um gullið fall í 26. umari, men við málið til í 94. minutti í Gundadali móti HB helt Víkingur fast í møguleikanum um at vinna.

Til hetta krevst, at Víkingur vinnur á Skála í Leirvík, samstundis sum B68 vinnur á KÍ á Svangaskarði. Toftamenn vunnu 3-0 í Klaksvík í august. Síðani hava klaksvíkingar ikki tapt, og liðið verður eisini betri mannað til í kvøld, enn tá var tá. KÍ hevur væl betri málúrttøku enn Víkingur, so eins og hjá Betriliðnum í morgin er javnleikur nóg mikið hjá 1.deild hjá KÍ í kvøld.

B68 hevur einki at spæla fyri, men tað hevur mótssøðuliðið hjá Víkingi sanniliga. Skála flytir niður, um HB vinnur og B36 fær stig, samstundis sum Skála tapir. Um teir appelsinlittu fáa javnleik skulu bæði havnarfeløgini vinna, um Skála skal fara niður. B36 hevur tað lættastu uppgávuna av liðunum, ið kunnu flyta niður saman við EB/Streymi. Tað er júst EB/Streymur, ið er á skránni. HB hevur av álvara knívin á barkanum og skal vinna í Sørvági.

Sostatt hava allir dystir týdning; NSÍ kann fáa silvur um liðið vinnur, og Víkingur tapir, ella spælir javnt og málúrttøkan koppar til NSÍ. B71 tryggjaði sær seinasta umfar sæti í deildini.

1. deild - 27. umfar

Toftir
18:00
Eiði
18:00
Runavík
18:00
Leirvík
18:00
Sørvágur
18:00



Støðan:
1. KÍ 54 stig (+37)
2. Víkingur 52 stig (+22)
3. NSÍ 50 stig (+20)
4. 07 Vestur 44 stig
5. B68 35 stig
6. B71 30 stig
7. Skála 28 stig (-8)
8. B36 27 stig (-8)
9. HB 26 stig (-9)
19. EB/Streymur 12 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder